114
ognarlutum, sum eru undir kapitalvinningsskattalógni, t.d. partabrævi í felag,
sum er skrásett í keypsskála, kann koma at rinda skatt av staðfestum kapital-
vinningi. Sí § 11 í kapitalvinningsskattalógini, sum er umrødd seinni.
Strong krøv verða sett skattgjaldaranum at kunna sannføra skattavaldið, at
ein peningaveiting í roynd og veru
er
ein skattafrí gáva frá t.d. foreldrum.
Eitt dømi um strongu krøvini er
avgerð frá 20.10.2005 (mál nr. 05-02-21-36) hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini
, har nevndin viðmerkti, at tað áliggur skattgjaldar
anum at lyfta próvbyrðuna fyri, at foreldur høvdu havt fíggjarliga orku at geva skatt
gjaldaranum ávísar peningagávur.
5.1.28. Gávur, ið stava frá innsavningum
Undantiknar eru eisini gávur, ið stava frá innsavningum, treytað av, at gávan
er eingangsveiting og verður latin sum hjálp til persónar, ið hava mist for
syrgjara av vanlukkuávum ella slíkum tilburðum.
5.1.29. Sømdargávur og heiðursgávur
Sømdargávur og heiðursgávur, sum veittar verða
uttan
umsókn og treytað av,
at talan ikki er um fastar árligar veitingar.
Landsskattanevndin hevur tríggjar
ferðir havt slík mál til viðgerðar í ávikavist máli nr. 48/1983, máli nr. 55/1983 og máli
nr. 36/1985.
5.1.30. Tilburðargávur
Tað verður ikki kravt, at vanligar føðingardagsgávur og brúdleypsgávur og
aðrar meinlíkar gávur, ið stundum verða róptar tilburðargávur, skulu verða
tiknar við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
Viðvíkjandi gávum frá arbeiðsgevara til starvsfólk í sambandi við serstakt
høvi hevur Toll- og skattaráðið gjørt av, at gávur í peningi og gávukort skulu
verða inntøkuførd til skattingar uttan mun til upphæddina, men at gávur í
naturalia skulu ikki verða inntøkuførdar til skattingar, um keypsprísurin
íroknað meirvirðisgjald er 1.500 kr. ella lægri. Er keypsprísurin hinvegin
hægri enn 1.500 kr., skal øll upphæddin verða inntøkuførd.
Toll-og Skattaráðið hevur við virknaði frá inntøkuárinum 2011 samtykt, at
gávur í “naturalia” í sambandi við 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag skulu ikki
skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er ávikavist 2.000 kr.,
3.000 kr., 4.000 kr. og 5.000 kr. ella minni. Er keypsprísurin íroknað meir
virðisgjald yvir ávikavist 2.000 kr., 3.000 kr., 4.000 kr. og 5.000 kr., skal
skattur gjaldast av allari upphæddini.