Føroyskur skattarættur - page 109

109
skuldarsemja (frivillig akkord) er, tá tað er gjørd avtalað millum skuldaran og
ognararnar. Tað hevur ongan týdning fyri skattskylduna, um talan er um
skuldareftirgeving (singulær ordning) ella sjálvbodna skuldarsemju (frivillig
akkord).
Vísir inntøkuuppgerðin
eftir skattalógini
hjá feløgum o.ø. (løgfrøðiligum
persónum)
hall
, ásetur
§ 14, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini
, at felagið
kann taka vinningin, sum er uppgjørdur eftir kapitalvinningsskattalógini, við
í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Slík
mótrokning í halli eftir skattalógini er avmarkað til tann partin av vinning­
inum, sum dekkar hall (uppgjørt eftir skattalógini), undir hesum hall, frá
eldri inntøkuárum, sum felagið kann føra fram til frádrátt í seinni inntøku­
árum.
Vert er at geva sær far um, at hall uppgjørt eftir kaptialvinningsskattalógini
kann ikki á sama hátt verða flutt til mótrokningar í avlopi eftir skattalógini.
Eisini er vert at geva sær fær um, at einans feløg (løgfrøðiligir persónar) hava
henda mótrokningarmøguleikan.
Mótrokning av halli hevur týdning, tá feløg verða samskattað. Umráðandi er
tó at gera sær greitt, at mótrokning millum feløg einans kann gerast av
inntøku uppgjørda sambært skattalógini.
5.1.21.7. Stuldur
Hóast tað neyvan er í verki, er ein avleiðing av inntøkuhugtakinum, at ein
skattgjaldari hevur skyldu at inntøkuføra tann búskaparliga fyrimun, hann
fær við at stjala. Treytin er tó, at hann hevur fingið búskaparligan fyrimun,
sum hevur eitt virði. Í flestum førum er eingin búskaparligur fyrimunur at
staðfesta, um slík gerð verður revsað, og hald verður lagt á tann stolna ognar-
lutin.
5.1.22. Hvat skal ikki verða inntøkuført?
Vit minnast, at § 25 í skattalógini sigur, at alt, sum lagt er inn í peningi ella
peningsvirði, skal verða inntøkuført uttan so, at annað er ásett í somu lóg.
Vit minnast eisini, at tað er § 29 í skattalógini, sum ásetur, hvat ikki er skatt­
skyldug inntøka.
Tær týdningarmestu inntøkurnar, sum ikki skulu verða inntøkuførdar sam-
bært § 29 í skattalógini eru:
1...,99,100,101,102,103,104,105,106,107,108 110,111,112,113,114,115,116,117,118,119,...284
Powered by FlippingBook