99
sum vinnuligt burturav, er, at skattgjaldarin hevur serliga vitan á hesum øki
antin gjøgnum fíggjarliga útbúgving ella frá áralongum yrkisligum starvi á
fíggjarmarknaðinum. Skattgjaldarin í hesum ávísa rættarmáli hevði ikki
handlað við gjaldoyra fyri onnur enn seg sjálvan. Landsrætturin kom tí longu
av hesi orsøk til ta niðurstøðu, at skattgjaldarin ikki kundi verða mettur at
hava rikið hetta virksemið vinnuligt.
Við hesum dómi er staðfest, at treytin fyri, at handil við fremmandum gjald
oyra kann verða roknaður sum vinnuligt virksemi í Føroyum, er, at av
varðandi skattgjaldari
rekur hetta virksemið fyri annara rokning og váða
. Ger
hann tað, kann talan hinvegin einans verða um at rokna tað sum vinnuligt
virksemi, hevur skattgjaldarin
serliga vitan
um hetta virksemið antin tí, hann
hevur
fíggjarliga útbúgving
ella tí, hann hevur serligu vitanina frá áralongum
yrkisroyndum við gjaldoyrahandli
.
Skattliga úrslitið av slíkum handli við fremmandum gjaldoyra (termins
avtalur) skal eisini framvegis verða viðgjørt eftir skattalógini
44
, hóast kapital
vinningsskattalógin, sum fevnir um at skattleggja vinning og tap av at selja
virðisbrøv, fíggjarkrøv o.s.fr. í føroyskum og fremmandum gjaldoyra, hevur
verið galdandi frá 16. november í 2001.
5.1.17. Gávuhugtakið og gávuumhvørvið
Viðvíkjandi hugtakinum
gáva
er at siga, at tað av og á kann bera á, at ivi
kann vera, um ein veiting er gáva ella ikki. Í slíkum ivamálum kann tað vera
neyðugt at meta, um veitingin er latin millum skattgjaldarar, sum kunnu sig
ast at vera í einum
gávuumhvørvi
45
ella ikki. Verður ein gávulatari og ein
gávumóttakari mettir at vera í slíkum umhvørvi, talar hetta fyri at meta veit
44 Eftir § 1, nr. 4 í kapitalvinningsskattalógini fevnir henda lógin um keypsrættindi og sølurættindi til
virðisbrøv og fíggjarkrøv eftir § 1, nr. 1 og nr. 2. Viðmerkingar landsstýrisins til § 1, nr. 4 í uppskot
inum um kapitalvinningsskattalóg siga, at henda áseting fevnir ikki um terminskontraktir. Sagt verður,
at terminskontraktir eru slíkar, har báðir partar hava skyldu at keypa ávikavist at selja keypsrættir og
sølurættir. Soleiðis er tað ikki valmøguleiki, um viðkomandi vil nýta terminskontraktir, sum tað er ein
valmøguleiki við keypsrættindum og sølurættindum (optiónum) av hesum slag. Vinningur og tap av
terminskontraktum verða tískil roknað at vera vanligar avtalur við seinni avgreiðslu. Ofta verður ávísa
ognin tó ikki avgreidd. Í tílíkum førum skulu vinningur og tap verða viðgjørd eftir vanligu reglunum í
skattalógini. Hetta er eisini galdandi, um so er, at ávísa ognin ikki kann verða avgreidd, t.d. tá hetta er
indeks.
45 Skattgjaldarar, sum standa hvør øðrum nær av skyldskapi, áhugafelagsskapi, arbeiðsviðurskiftum o.ø.,
sigast at vera partar av einum gávuumhvørvi.