105
5.1.21.2. Lata vera við at leggja inn (tá ið ein er í starvi hjá øðrum)
Vanliga fatanin er, at ein skattgjaldari hevur ikki skyldu at inntøkuføra løn
ella samsýning, sum hann ikki hevur kravt fyri sítt arbeiði. Hetta kemst av tí,
at inntøkuhugtakið byggir á, at talan er um inntøku, sum hann hevur mót
tikið, jbr. orðingina í § 25
hevur lagt inn
í peningi ella peningsvirði. Treytin
fyri at skatta inntøkuna er við øðrum orðum, at hon er „realiserað“ (og ikki
„fikserað“ hjá líkningarvaldinum). Slíkar støður kunnu koma, tá talan t.d. er
um ein høvuðspartaeigara í einum vinnufelag, sum letur felagnum ókeypis
arbeiðsmegi.
Landsskattanevndin
hevði eitt slíkt mál til viðgerðar í
máli nr. 75/1981,
har lands
skattanevndin gav líkningarvaldinum viðhald í tí, at heimild var at hækka inntøk
una hjá skattgjaldara eitt mett virði av ókeypis arbeiðsmegi í partafelag, hann var
høvuðspartaeigari í, tí „virðir sum t.d. ókeypis arbeiðsmegi, ið koma partafelag til
góðar, har hann, ið hesi virði skapar, eigur ein stóran part av felagnum, má kunna
skattast sum inntøka hjá viðkomandi“.
Skattgjaldarin skeyt avgerðina inn fyri dómsvaldið, sum broytti avgerðina hjá landsskatta
nevndini við teirri grundgeving, at „treytin fyri at skatta eitt arbeiðsavrik er, at avrikið
verður samsýnt antin við peningi ella øðrum ágóða, sum hevur peningsvirði“.
Sigur ein skattgjaldari hinvegin frá sær rættin til eina inntøku
aftaná
tað
,
at
hann hevur vunnið rættin til hennara, skal hann inntøkuføra hana, eins og
hon skal verða inntøkuførd hjá honum, um hann t.d. sigur seg arbeiða
ókeypis, og at inntøkan afturfyri verður latin til góðgerandi endamál.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
hevur tann
26.03.2008 (mál nr. 07-02-23-26)
viðgjørt eina kæru um henda spurning. Nevndin tók avgerð um,
at skattskylduga inn-
tøkan hjá einum skattgjaldara skuldi verða hækkað 25.000 kr., sum var staðfest inn-
tøka fyri bókasølu fyri bók, hann hevði skrivað og givið út vegna ein felagsskap.
Skatta- og avgjaldsnevndin viðmerkti, at ein inntøka skal verða roknað til skattskyl-
dugu inntøkuna, tá ið viðkomandi hevur vunnið rættin til hennara. Er rætturin til
inntøku fyrst vunnin, hevur eftirfylgjandi frásigan viðvíkjandi inntøkuni vanliga
ikki nakran skattligan týdning. Men, um frásiganin er søgd, áðrenn tann endaligi
rætturin er vunnin, verður vanliga eingin skattaálíkning. Skattaálíkning verður tó,
um móttakarin í sambandi við frásiganina tekur avgerð um, hvussu inntøkan skal
verða nýtt. Nevndin grundgav sína avgerð í hesum máli við tí, at treytin fyri skatta-
frítøku ikki var lokin, tí tað bar ikki til at staðfesta, at skattgjaldarin hevði frásagt sær
inntøkuna, áðrenn hann hevði vunnið rættin til hennara.
5.1.21.3. Naturalveitingar
Slík veiting kann vera fríir ágóðar frá arbeiðsgevara til starvsfólk, eitt nú fríur