115
5.2. ARVUR
Ognarvøkstur, ið stavar frá arvi, skal sambært § 29, nr. 3 í skattalógini ikki
verða taldur upp í skattskyldugu inntøkuna.
Hinvegin skal avgjald verða rindað sambært ásetingum í lóg um arvaavgjald
frá 27. mai í 1908 fyri mótiknan arv og deyðsgávur, ið verða lutaður út úr
deyðsbúgvi, sum verður skift í Føroyum.
Avgjald skal einans verða rindað, um so er, at støddin á búnum er 200 kr. ella
meira og einans av arvaluti, sum er í minsta lagi 50 kr.
Arvaavgjaldið er stigvíst vaksandi avgjald fyri einstaklingar og eitt lutfalsligt
avgjald, sum er 10% fyri løgfrøðiligar persónar.
Einstaklingar eru býttir í 4 arvabólkar:
Bólkur A, fevnir um hjúnafelagar, børn ella ættleidd børn,
Bólkur B, fevnir um foreldur ella arvingar eftir foreldur, um so er, at teir
ikki koma undir bólk A,
Bólkur C, fevnir um ommur og abbar ella arvingar eftir tey,
Bólkur D, fevnir um einstaklingar, sum eru longri úti í ætt ella einstakling-
ar, sum ikki eru í ætt.
Av arvi til tað almenna, kirkjur, feløg, stovnar, legat og slíkt er avgjaldið 10%.
Kr.
Bólkur A Bólkur B Bólkur C Bólkur D
undir 1.000 1,00% 4,00% 7,00% 10,00%
1.001-2.000 1,25% 4,25% 7,25% 10,25%
2.001-3000 1,50% 4,50% 7,50% 10,50%
3.001-5000 1,75% 4,75% 7,75% 10,75%
5.001-10.000 2,00% 5,00% 8,00% 11,00%
10.001-20.000 2,25% 5,25% 8,25% 11,25%
20.001-50.000 2,50% 5,50% 8,50% 11,50%
50.001-100.000 2,75% 5,75% 8,75% 11,75%
yvir 100.000 3,00% 6,00% 9,00% 12,00%
5.2.1. Arvaforskot
Arvalógin forðar ikki fyri, at arvingar kunnu fáa forskot av arvi. Forskotið
kann vera ein partur ella allur arvurin, viðkomandi hevur rætt til sambært
lógini, ella testamenti. Arvalógin ásetur, at tað sum meginregla er virðið á
arvaforskotinum, tá tað verður móttikið, sum skal verða tikið við í útrokning
viðvíkjandi arvalutum og tvangsarvi. Arvaluturin kann av góðum grundum