Føroyskur skattarættur - page 123

123
123
Slíkt krav skal í fyrsta umfari verða
inntøkuført
sum skattskyldug inntøka til
kursvirði. Hevur eigarin tap, t.d. tí skuldarin ikki kann rinda, skal tapið
dragast frá eftir vanligu reglunum í skattalógini. Hevur eigarin ein vinning,
verður vinningurin roknaður við í skattskyldugu inntøkuna eftir
kapital­
vinningsskattalógini
. Tap og vinningur í hesum sambandi merkja, at eigarin
fær meir ella minni enn í mun til kursvirðið, ið kravið av fyrstan tíð varð
inntøkuført fyri. Verður kravið innfríað eftir reglunum, er talan um vinning,
um kursvirðið er minni enn 100, tá móttakarin fekk tað av fyrstan tíð. Um
so er, má vinningurin gerast upp fyri hvønn avdrátt. Tap kann ikki staðfestast,
fyrr enn talan er um úrslitaleysa innheinting ella við avhendan. Verður kravið
avhent, skal tapið viðgerast eftir skattalógini sambært tí, ið er nevnt omanfyri.
Við í tapi av vøru- og tænastuskuldarum og viðurlagsvinnu verður eisini
roknað valutakurstap. Tapið verður tikið við í skattskyldugu inntøkuna eftir
skattalógini tað árið, tapið er goldið. Valutakurstap, ið hevur samband við
fíggjarkrøv og skuld, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verður
eisini tikið við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini. Tapið verður
tikið við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, tapið er goldið.
Tá sagt verður, at valutakurstapið skal hava samband við skattgjaldarans
vinnuvirki, so verður hervið meint við t.d. valutakurstap, ið stendst av sølu
til útlandið, ella stendst av lántøku uttanlands og lánið hevur samband við
raksturin hjá felagnum, ella til rakstrartól og líknandi. Hjá partafeløgum og
smápartafeløgum og líknandi feløgum hava flestu valutakurstapini samband
við skattsgjaldarans vinnuvirki.
Eftir skattalógini hevur meginreglan verið, at tapið kann verða drigið frá, tá
tað er staðfest. Tap uppá krav móti umsetningsskuldara, sum er tikið undir
trotabúsviðgerð, verður roknað sum staðfest, tá skiftirætturin hevur tikið
avgerð um trotabúsviðgerðina, meðan tap uppá krav viðvíkjandi fíggjarognar­
skuldara, sum er tikið undir trotabúsviðgerð, verður ikki roknað sum staðfest
fyrr enn trotabúsviðgerðin er endað.
Sum dømi um metingina, nær eitt tap er staðfest, kann verða víst á avgerð
frá
17.05.1999 (j. nr. 98S01-0062) hjá Landsskattakærunevndini.
Skattgjaldarin helt
tapið vera staðfest í 1995. Landsskattakærunevndin tók undir við líkningarvaldinum,
at tapið ikki kundi verða staðfest fyrr enn í 1996.
Eftir nú strikaðu § 33, nr. 9 í skattalógini kundi landsstýrismaðurin við
kunngerð loyva frávik frá meginregluni, so
avsetingar
kundu verða gjørdar
móti tapi.
1...,113,114,115,116,117,118,119,120,121,122 124,125,126,127,128,129,130,131,132,133,...284
Powered by FlippingBook