Føroyskur skattarættur - page 131

131
6.3.3. Avskrivingargrundarlagið
Grundarlagið undir avskrivingum er tann peningaupphædd, sum avvarðandi
ognarlutur er útvegaður
58
fyri, umframt tær peningaupphæddir, sum seinni
eru brúktar til ábøtur á ognarlutin. Er talan um ongarlutir, sum tað er drúgt
at gera, eitt nú bygningar og skip, kunnu t.d. rentuútreiðslur av byggilánum
ikki verða lagdar aftur at útveganarprísinum, men kunnu verða útreiðslu­
førdar sum rakstrarkostnaður tey inntøkuár, tær eru gjaldkomnar.
6.3.4. Avskrivingarhættir
Skattligar avskrivingar kunnu verða gjørdar á ymsan hátt. Talan kann vera
um stígandi (progressivar) avskrivingar, salduavskrivingar, linjuavskrivingar
ella minkandi (degressivar) avskrivingar. Tær kunnu vera bundnar ella
óbundnar og tíðarliga verða gjørdar pro anno ella ultimo. Endaliga kann tal­
an vera um at gera forskotsavskrivingar.
6.3.4.1. Stígandi (progressivar) avskrivingar
Avskrivingarnar vaksa ár undan ári.
Hesin hátturin verður tó ikki brúktur í Føroyum til skattligar avskrivingar.
6.3.4.2. Salduavskrivingar
Allir ognarlutirnir verða avskrivaðir
undir einum
við salduvirðinum sum
grundarlagi.
Hesin hátturin verður brúktur at avskriva rakstrargøgn eftir 1. og 2. kapitli
og skip eftir 3. kapitli í avskrivingarlógini.
6.3.4.3. Linjuavskrivingar
Støðugar avskrivingar á hvørjum ári við ávísum prosenti av útveganarvirð­
inum. Hesin hátturin verður brúktur at avskriva útreiðslur til royndarvirkse-
mi og granskingarvirksemi sambært § 32, goodwill og aðrar immateriellar
ognir sambært § 35a og keypspeningin fyri fiskirættindi sambært § 35b í
skattalógini, útreiðslur til innrættingar og innleggingar í leigaðum hølum
sambært § 2, stk. 2 og bygningar eftir 4. kapitli í avskrivingarlógini.
58 Talan kann vera um keypsprís umframt lógásett avgjøld (eitt nú GATT-toll), farmagjøld, útreiðslur til
trygging undir flutningi og t.d. útreiðslur til ábøtur og til at gera klárt á virkinum. Meirvirðisgjald, sum
kann verða drigið frá sum inngangandi avgjald, kann tó ikki verða roknað við upp í útveganarvirðið.
Avtalaðir avsláttir í søluprísinum skulu verða drignir frá salduvirðinum.
1...,121,122,123,124,125,126,127,128,129,130 132,133,134,135,136,137,138,139,140,141,...284
Powered by FlippingBook