135
6.3.8. Aðrar treytir, ið skulu verða loknar, áðrenn avskriving
kann byrja
Umframt tær treytirnar, sum longu eru nevndar frammanfyri: at ognarlut
urin skal vera latin einum ígongdverandi vinnuvirksemi, at ognarluturin er
ætlaður at ganga inn í raksturin í vinnuvirkinum, skal ognarluturin eisini
verða latin (leveraður) og liðuggjørdur so mikið, at hann kann ganga inn í
raksturin. Ásetingarnar í keypslógini gera av, nær ognarluturin er latin (lever
aður). Tað kann vera, tá keyparin hevur fingið ræði á honum, men kann t.d.
eisini vera, tá hann er latin einari flutningsfyritøku í varðveitslu ella farin inn
um lúnningina á einum farmaskipi. Tað er ikki avgerandi, um ognarluturin
er goldin.
Tær nevndu treytirnar, at ognarluturin skal vera latin, liðuggjørdur, so at virkið kann
taka hann í nýtslu, og at vinnuvirkið skal vera í gongd, hava verið til viðgerðar og eru
staðfestar í kærumálum hjá
Landsskattanevndini, j. nr. 58/1979 og j. nr. 65/1979
og
hjá
Landsskattakærunevndini frá 04.12.2002 ( j. nr. 01S01-0120).
Í fyrsta málinum
staðfesti nevndin, at ognarluturin var ikki liðuggjørdur, í øðrum málinum staðfesti
nevndin, at ognarluturin var ikki latin og í seinasta málinum staðfesti nevndin, at
vinnuvirkið var ikki ígongd.
6.4. AVSKRIVINGAR EFTIR AVSKRIVINGARLÓGINI
Avskrivingarlógin loyvir avskrivingum av
• rakstrargøgnum, sum verða nýtt vinnuliga burturav (1. kapittul),
• rakstrargøgnum, sum verða nýtt bæði í vinnu og til eginnýtslu (2. kapitt-
ul),
• skipum til vinnuliga nýtslu (3. kapittul) og
• bygningar o.a. (4. kapittul)
6.4.1. Rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav
Avskriving av rakstrargøgnum til vinnuliga nýtslu burturav kann verða gjørd
sambært ásetingunum í 1. kapitli í avskrivingarlógini.
Sum nevnt frammanfyri verða rakstrargøgn avskrivað eftir salduháttinum.
Rakstrargøgn, sum burturav verða nýtt vinnuliga, verða avskrivað á einari
saldu (
undir einum)
.
Sum slík rakstrargøgn eru eisini at rokna allar innleggingar og innrættingar í
bygningum, sum eru tiknir í vinnuliga nýtslu fyri 1. januar í 1983. Innlegg
ingar og innrættingar í bygningum, sum eru tiknir í nýtslu 1. januar 1983