Føroyskur skattarættur - page 138

138
6.4.1.5. Kompletterandi reglan
Verður rakstrargagn, sum er partur av avskrivingarsalduni, selt fyri upphædd,
sum er lægri enn keypsupphæddin, og allar gjørdar avskrivingar av rakstrar-
gagninum eru drignar frá, skal skattgjaldari eftir § 4, stk. 1 í avskrivingarlóg­
ini (
kompletterandi regluni
) draga tapið frá í skattauppgerðini tað árið, selt
verður. Avskrivingarsaldan kann í hesum føri verða lækkað tann óavskrivaða
partinum av keypsprísinum fyri rakstrargagnið.
Kompletterandi reglan
kann verða víst við hesum
døminum:
Rakstrargagn verður útvegað fyri 200.000 kr., avskrivað árliga 30%, og síðan
selt ár 3 fyri 58.000 kr.
Keypspeningur
200.000 kr.
Avskriving hægst 30%
60.000 kr.
Salda ultimo ár 1
140.000 kr.
Salda primo ár 2
140.000 kr.
Avskriving hægst 30%
42.000 kr.
Salda ultimo ár 2
98.000 kr.
Salda primo ár 3
98.000 kr.
Søla
58.000 kr.
Tap
40.000 kr.
Tapið 40.000 kr. skal verða drigið frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu
inntøkuni ár 3, og avskrivingarsaldan ár 3 (hjá rakstargøgnum til vinnuliga
nýtlsu burturav) skal verða lækkað óavskrivaða partin av keypsprísinum, sum
er 98.000 kr.
Verður rakstrargagn tikið út
vegna skaða
, kann eitt
skaðaendurgjald
verða
javnsett við sølupeningin eftir § 4, stk. 2 í avskrivingarlógini.
Verður rakstrargagnið
umvælt
, og er umvælingarkostnaðurin
hægri
enn
skaðaendurgjaldið, ásetur § 4, stk. 3 í avskrivingarlógini, at hesin munurin
kann verða drigin frá í inntøkuuppgerðini tað inntøkuárið, umvælingin er
gjørd. Er umvælingarkostnaðurin
lægri
enn skaðaendurgjaldið, skal munurin
verða drigin frá avskrivingarsalduni hjá rakstrargøgnum til vinnuliga nýtslu
burturav.
1...,128,129,130,131,132,133,134,135,136,137 139,140,141,142,143,144,145,146,147,148,...284
Powered by FlippingBook