Føroyskur skattarættur - page 141

141
galdandi avskrivingarháttur fyri rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav.
Skattlig avskriving fyri hesar útreiðslur skulu verða gjørdar tað tíðarskeiðið,
leigumálið fevnir um, tó ikki styttri enn 10 ár. Tær útreiðslur, sum ikki eru
avskrivaðar, kunnu verða drignar frá í sølupeninginum fyri innrættingarnar
og innleggingarnar
ella
verða drignar frá í skattauppgerðini tað árið, virkið
heldur uppat. Vert er at geva gætur, at uppathald viðvíkjandi virksemi og
uppathald viðvíkjandi leigumáli ikki altíð endar um somu tíð.
Treytin fyri at kunna avskriva slíkar innrættingar og innleggingar er, at tann
leigaði bygningurin lýkur treytirnar í avskrivingarlógini, § 17, jbr. § 20, fyri
skattliga at kunna verða avskrivaður, sí gjøllari um hetta seinni undir 6.4.4.2
Avskrivingartreytir. Lýkur bygningurin ikki hesar ásetingar, kunnu útreiðsl­
urnar til innrættingar og innleggingar avskrivast kortini, um so er, at hølini
burturav verða brúkt til ídnaðarframleiðslu.
6.4.2. Rakstrargøgn til bæði vinnuliga nýtslu og eginnýtslu
(blandaða nýtslu)
Avskriving av rakstrargøgnum til blandaða nýtslu kann verða gjørd sambært
ásetingunum í 2. kapitli í avskrivingarlógini.
Rakstrargøgn til blandaða nýtlsu verða eisini avskrivað eftir salduháttinum,
tó ikki øll saman á einari saldu, men
hvørt sær
.
Tað er einans virðið á tí vinnuliga nýtta partinum av rakstrargagninum, sum
árliga kann verða avskrivað upp í 30% og verða drigið frá í skattauppgerðini.
Hetta virðið kann í mesta lagi vera 150.000 kr. fyri hvørt rakstrargagnið. Er
útveganarvirðið á rakstargagninum hægri enn 150.000 kr., skal munurin
verða skrásettur sum serstakur aktivpostur í roknskapinum, sum ikki kann
verða avskrivaður og drigin frá í skattauppgerðini. Avskrivingin av rakstrar-
gagni til blandaða nýtslu verður tí býtt millum vinnuliga avskriving, sum
kann verða drigið frá í skattaroknskapinum, og eginnýtslu, sum ikki kann
verða drigin frá í skattaroknskapinum.
Tann ítøkiliga nýtslan ger av, hvussu stórur ávikavist tann vinnuligi nýtslu­
parturin og privati nýtsluparturin er av rakstrargagninum eitt inntøkuár. Tað
er skattgjaldarin, sum skal sannføra líkningarvaldið um vavið á ávikavist
vinnuliga nýtslupartinum og eginnýtsluni viðvíkjandi rakstrargagninum.
Avskrivingar av rakstrargagni til blandaða nýtlsu kunnu verða vístar við hes­
um
dømi:
1...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...284
Powered by FlippingBook