Føroyskur skattarættur - page 143

143
Søluprísur
40.000
- salda ultimo ár 2
-73.500
Tap (munur)
33.500
At draga frá í inntøkuuppgerðini ár 3: Av tí at tapið er lægri enn saldan, sum ikki
kann avskrivast (50.000), kann tað ikki verða drigið frá.
Verður rakstrargagnið í døminum omanfyri selt fyri 20.000 kr. ár 3, verður
úrslitið:
Søluprísur
20.000
- salda ultimo ár 2
-73.500
Tap (munur)
53.500
At draga frá í inntøkuuppgerðini ár 3: Tapið er hægri enn saldan, sum ikki kann
verða avskrivað (53.500–50.000) =3.500.Tí kunnudragast frá30.375/76.500×3.500
= 1.390 kr.
6.4.2.3. Tikið úr rakstri vegna skaða
Verður rakstrargagn til blandaða nýtslu tikið úr rakstri vegna skaða, og er
skaðaendurgjaldið saman við sølupeningi
lægri enn
útveganarprísurin og allar
roknaðar avskrivingar drignar frá, kann partur av muninum verða drigin frá
í inntøkuuppgerðini tað árið, skaðin hendi. Munurin skal tó verða lækkaður
útveganarvirðið, sum er hægri enn 150.000 kr. Tapið, sum kann verða drigið
frá í inntøkuuppgerðini, verður gjørt upp á sama hátt sum eftir § 8, stk. 2 í
avskrivingarlógini. Sí frammanfyri.
Er skaðaendurgjaldið saman við sølupeningi
hægri enn
útveganarprísurin og
allar roknaðar avskrivingar drignar frá, skal tann parturin av vinninginum
(muninum), sum svarar til lutfallið millum skattligu avskrivingarnar og
roknaðu avskrivingarnar, verða inntøkuførdur. Vinningurin, sum skal verða
inntøkuførdur, verður gjørdur upp á sama hátt sum eftir § 8, stk. 1 í avskriv­
ingarlógini, Sí frammanfyri.
6.4.2.4. Umvælingarútreiðslur
Eru umvælingarútreiðslurnar til skatt rakstrargagn til blandaða nýtslu
hægri
enn endurgjaldið fyri skaðan, kann munurin verða drigin frá í inntøkuu-
ppgerðini, um so er, at skaðin hendi, meðan rakstrargagnið varð nýtt til
vinnuligt endamál.
1...,133,134,135,136,137,138,139,140,141,142 144,145,146,147,148,149,150,151,152,153,...284
Powered by FlippingBook