Føroyskur skattarættur - page 133

133
Avskrivingar av skipi til vinnuliga nýtslu eftir § 13 í avskrivingarlógini eru
dømi um forskotsavskrivingar.
6.3.6. Grundleggjandi treytir
Sambært vanligari uppfatan og rættarvenju skulu tvær grundleggjandi treytir
verða uppfyltar fyri at skattligar avskrivingar kunnu verða loyvdar. Onnur er,
at ognarluturin skal verða
nýttur vinnuliga,
og hin er, at avvarðandi skattgjald­
ari skal
eiga
ognarlutin.
6.3.6.1. Vinnulig nýtsla
Kravið, at ognarluturin skal verða nýttur vinnuliga, forðar tó ikki fyri, at
gjørdar kunnu verða skattligar avskrivingar av ognum, sum verða nýttar bæði
vinnuliga og privat. Avskrivingarlógin loyvir t.d. avskriving av rakstrargøgn­
um og bygningum, sum bæði verða brúkt vinnuliga og privat.
Vanliga uppfatanin, at treytin fyri skattligum avskrivingum er, at ognarluturin
verður brúktur vinnuliga, gongur fram av orðingunum í avskrivingarlógini, eitt nú §
1, stk. 1, har orðingin er, at ognarlutirnir „ … verða nýttir vinnuliga … “. Í niðanfyri
umrøddu avgerð
frá 4.12.2002 (nr. 01S01-0120) hjá Landsskattakærunevndini
gjørdi líkningarvaldið galdandi, at tað er siðvenja fyri at seta sum treyt fyri skattligum
avskrivingum, at rakstrargagnið
er ætlað at ganga inn í raksturin í vinnuvirkinum.
Afturvendandi spurningurin, um talan er um vinnuligt virksemi ella ítriv, er
eisini týdningarmikil fyri avskrivingarmøguleikarnar. Er talan um ítriv, verða
avskrivingarmøguleikarnir vanliga avmarkaðir at skula verða hildnir innan
fyri tann vinning, sum ítrivið kastar av sær. Eins og tað er galdandi fyri
rakstrarkostnað, verður eisini sett sum treyt fyri at loyva skattligari avskriv­
ing, at talan er um
ígongdverandi virksemi,
og at tepurt tíðarsamband er mi-
llum virksemið og avskrivingarnar
.
Kravið um ígongdverandi virksemi er t.d. staðfest hjá
Landsskattakærunevndini
í
avgerð frá 4. 12. 2002 (mál nr. 01S01-0120),
har hon viðmerkti, at §§ 1 og 2 í
avskrivingarlógini byggja á, at rakstrarútreiðslur og avskriving kunnu verða gjørdar,
tá talan er um ígongdverandi virki, t.e. virki, sum hevur rakstur.
At talan skal vera um vinnuligt virksemi kann hava við sær, at eigari, sum t.d.
lænir út ognarlut(ir) ókeypis, kann missa rættin til skattligar avskrivingar við
teirri grundgeving, at talan tá ikki er um vinnuliga at nýta ognina.
Løntakari kann eisini gera skattligar avskrivingar, eitt nú av skipsparti, hann
eigur, og sum kann verða avskrivaður eftir avskrivingarlógini. Í hesum føri
1...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...284
Powered by FlippingBook