Føroyskur skattarættur - page 126

126
somu ognir ella verða drigin frá í inntøkuni tað árið, virkið heldur uppat. Eru
ognirnar framhaldandi ogn hjá virkinum, kunnu tær verða drignar frá við
eins stórum upphæddum í 10 ár.
At fáa og avhenda slíkar ognarlutir (goodwill og aðrar immateriellum ognir)
sum gáva ella arvaforskot verður javnmett við keyp og sølu. Flytur skattgjald­
ari slíkan ognarlut frá vinnuligari nýtslu til eginnýtlsu ella frá eginnýtslu til
vinnuliga nýtslu, verða slíkir flutningar javnmettir við sølu. Keypspeningurin
og sølupeningurin er virðið í vanligum handli um avheningarmundið.
Hugtakið „goodwill“ er gjøllari lýst frammanfyri undir inntøkuhugtakinum.
5.3.8. Keypspeningur fyri fiskirættindi
56
§ 35b í skattalógini ásetur, at keypspeningur fyri øll rættindi eftir lógini um
vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, kann verða útreiðsluførdur í inn-
tøkuuppgerðini keypsárið.
Fevnir avtalan um slík rættindi um tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, kann
keyparin útreiðsluføra keypspeningin samsvarandi sum býtið viðvíkjandi tíð­
arskeiðinum.
Tann, ið keypir veiðiloyvi, kann eftir § 11, stk. 3 í avskrivingarlógini aktivera
og avskriva virðið á veiðiloyvinum saman við skipsvirðinum.
5.4. RENTUÚTREIÐSLUR
Í Føroyum hevur í skattligum høpi leingi verið gjørdur munur á privatum og
vinnuligum rentuútreiðslum.
5.4.1. Privatar rentuútreiðslur
Vinnuligar rentur kunnu verða drignar frá í sjálvari inntøkuuppgerðini eftir §
33, nr. 1, jbr. frammanfyri. Privatar rentur kunnu fyri ein part verða drignar frá
í útroknaða skattinum. Við gildi frá 18. januar í 1991 var hesin frádráttur tó
avmarkaður til einans at fevna um rentur av privatari skuld stavandi frá egnum
bústaði, útbúgving og fyri gjald fyri ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í skattalógini.
56 Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er
fiskiloyvi
ein rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið
ávísum skipaeigara, sum hevur veiðiloyvi at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum
fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.
Veiðiloyvi
er góðkenning, landsstýrismaðurin veitir
ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar.
1...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...284
Powered by FlippingBook