132
6.3.4.4. Lækkandi (degressivar) avskrivingar
Avskrivingarupphæddin verður lægri ár undan ári, t.d. eftir salduháttinum.
Hesin hátturin verður brúktur at avskriva rakstrargøgn eftir 1. og 2. kapitli
og skip eftir 3. kapitli í avskrivingarlógini.
6.3.4.5. Bundnar avskrivingar
At avskrivingin er bundin, merkir, at rætturin at avskriva fellur burtur, um
hann ikki verður brúktur so at skilja, at um loyvda avskrivingin ikki verður
brúkt fult ella partvíst eitt ár, hevur hetta ikki við sær møguleika at hækka
avskrivingina eitt seinni ár ella at leingja avskrivingartíðina. Bundnar avskriv
ingar og linjuavskrivingar hoyra ofta saman.
Bygningsavskrivingar eftir 4. kapitli í avskrivingarlógini, eins og avskrivingar
av keyptum goodwill, og aðrar immateriellar ognir eftir § 35a í skattalógini
eru bundnar avskrivingar.
6.3.4.6. Óbundnar avskrivingar
Tá talan er um óbundnar avskrivingar, fellur rætturin til avskrivingar ikki
burtur, um hann ikki verður brúktur eitt ár. Dømi um óbundna avskriving
eru avskrivingar eftir salduháttinum, har frítt er at avskriva upp til eitt árligt
prosentvíst hámark. Á tann hátt fellur fulli møguleikin at avskriva ikki burt
ur, hóast ikki verður avskrivað eitt ár.
Avskrivingarnar eftir kapitli 1, 2 og 3 í avskrivingarlógini eru óbundnar, eins
og avskrivingar eftir §§ 32 og 35b í skattalógini.
6.3.4.7. Pro-anno avskrivingar
Avskrivingar verða gjørdar bæði í útveganarárinum og avhendingarárinum í
mun til ta tíð, skattgjaldarin hevur átt ognarlutin.
6.3.4.8. Ultimoavskrivingar
Ognarluturin kann verða avskrivaður við fullari upphædd uttan mun til, nær
hann er útvegaður í árinum. Avgerandi er, um skattgjaldarin eigur ognarlut
in, tá ið fíggjarstøðan verður gjørd. Avskrivingar kunnu verða gjørdar í útveg
anarárinum og ikki í avhendingarárinum.
Allar avskrivingar eftir avskrivingarlógini eru ultimoavskrivingar.
6.3.5. Forskotsavskrivingar
Talan er um forskotsavskrivingar, tá heimild er til at avskriva ein ognarlut,
áðrenn tær vanligu avskrivingartreytirnar eru loknar.