125
Skatta- og avgjaldskærunevndin
hevur í avgerð
frá 29.11.2006 (mál. nr. 06-
02-23-24)
gjørt av, at frádrátturin ikki kann verða avmarkaður at svara til
veruligu útreiðslurnar. Nevndin leggur dent á, at talan er um ein fastan
samdøgursfrádrátt, sum landsstýrismaðurin hevur ásett. Við hesi avgerð
hevur nevndin sett til síðis uppfatanina hjá Toll- og Skattaráð Føroya, at
samdøgursfrádrátturin skal verða býttur soleiðis, at 50% eru fyri kost, 20%
eru fyri húsaleigu, 25% eru fyri ferðaútreiðslur og flutningsútreiðslur og 5%
eru fyri sjúkratrygging og vanlukkutryggingar so at skilja, at fær skattgjaldarin
frían kost undir arbeiðsuppihaldinum, skal samdøgursfrádrátturin verða
skerdur 50% o.s.fr. Málið hevur verið fyri í Føroya rætti, sum staðfesti
avgerðina hjá skatta- og avgjaldskærunevndini. Skattavaldið skeyt dómin inn
fyri landsrættin, sum somuleiðis staðfesti avgerðina hjá skatta- og
avgjaldskærunevndini.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
viðmerkti í avgerð
frá 10.03.2003 (j. nr.
02S01-0131)
, at frádrátturin er treytaður av, at talan er um ein skattskyldugan,
sum
býr í Føroyum
55
og hevur inntøkugevandi arbeiði uttanlands.
5.3.6. Útreiðslur til royndarvirksemi og granskingarvirksemi
Eftir § 32 í skattalógini kunnu útreiðslur til royndarvirksemi og granskingar
virksemi, sum hildnar eru
áðrenn
sjálv vinnan er byrjað, verða drignar frá í
inntøkuuppgerðini tað árið, vinnan er byrjað og tey næstu 3 inntøkuárini.
Virkið ger sjálvt av, hvussu stórur partur av útreiðslunum verður drigin frá
hvørt einstakt ár. Slíkar útreiðslur, sum hava samband við ráevni í undirgrund
ini, koma tó ikki undir hesar ásetingar.
Landsskattakærunevndin
legði í avgerð
frá 01.02.1999 (j. nr. 98S01-0050)
dent á, at
tá ið framleiðsla ikki var byrjað, kundi frádráttur ikki verða játtaður.
5.3.7. Keypspeningur fyri „goodwill“ og aðrar immateriellar ognir
§ 35a í skattalógini ásetur, at keypspeningur fyri „goodwill“ og aðrar immater
iellar ognir (t.d. mjólkarkvotur) kann verða drigin frá í skattskyldugu inn-
tøkuni við eins stórum upphæddum keypsárið og 9 næstu árini. Er talan um
rættindi, sum galda eitt ávíst tíðarskeið, skal keypspeningurin tó verða drigin
frá við eins stórum upphæddum alt tíðarskeiðið.
Stendur keypspeningur fyri „goodwill“ og aðrar immateriellar ognir eftir, tá
slíkar ognir verða seldar, kann parturin verða drigin frá í sølupeninginum fyri
55 Avleiðingin av hesi treyt má so vera, at hin skattskyldugi hevur fulla skattskyldu til Føroya.