Føroyskur skattarættur - page 128

128
Soleiðis er t.d. lítil ivi um, at tap, sum stendst av, at vørugoymsla verður
brandskadd, kann verða drigin frá í skattauppgerðini og av tí kann fáa skatt­
ligt árin. Ivasamari er, um reiðipeningur, sum verður stolin, kann verða drig­
in frá sum tap í skattauppgerðini, av tí at tað kann vera trupult at sannføra
skattavaldið um, at júst tann peningurin hoyrdi til tað vinnuliga virksemið
hjá skattgjaldaranum.
Samanumtikið eru tað tap av ognarlutum, sum ikki kunnu verða avskrivað
sambært avskrivingarlógini, men sum verða brúktir til at vinna, tryggja og
halda inntøkunum við, ið kunnu verða drignir frá í skattauppgerðini.
Tap av vøkstri í skuld kann eftir umstøðunum verða drigið frá í skatta­
uppgerðini. Slíkur vøkstur í skuld kann koma upp á tal, tá ið skattgjaldarin
verður rættarliga bundin at rinda endurgjald í sambandi við vinnuligt virk­
semið. Frádráttur verður tá loyvdur, um endurgjaldsábyrgdin verður mett at
liggja innan fyri natúrligan vanda fyri rakstrarábyrgd.
Í
Landsskattanevndarmáli nr. 72/1994
var ein kæra frá advokati viðgjørd. Hann
kravdi at fáa loyvi at draga frá eitt endurgjald, sum hann varð rættarliga bundin at
rinda einum viðskiftafólki vegna ov seina málsviðgerð, ið hevði elvt til fíggjarligt tap,
sum kærarin hevði endurgoldið viðskiftafólkinum. Líkningarvaldið sýtti fyri at loyva
frádrátt við teirri grundgeving, at talan var ikki um vanligar rakstrarútreiðslur, men
um grovt ósketni, og at útreiðslan tí einki hevði við „vanligan rakstrarváða“ í virk­
inum at gera. Landsskattanevndin gav tó kæraranum viðhald við ávísing til hægsta-
rættardóm, endurgivin í Ugeskrift for retsvæsen 1987 á síðu 126 (U1987.126H),
har advokatur hevði fingið viðhald í einum meinlíkum máli við teirri grundgeving,
at tapið eftir einari heildarmeting ikki fall uttan fyri karmin um tann váða, sum
raksturin av einum advokatvirki hevur við sær.
Slík tap eru ásannað ella staðfest á sama hátt, sum tap av skuldarum, javnber
umrøðuna frammanfyri.
1...,118,119,120,121,122,123,124,125,126,127 129,130,131,132,133,134,135,136,137,138,...284
Powered by FlippingBook