Føroyskur skattarættur - page 130

130
kann verða nevnd broytingin, sum lóggávuvaldið gjørdi í 1985
57
í møguleik­
unum at gera enduríløgur, tá skipasaldur sambært § 12 í avskrivingarlógini
gjørdust negativar. Slíkar saldur kundu tá verða javnaðar við enduríløgum í
onnur skip, men t.d. ikki við at gera enduríløgur í rakstargøgn á landi. Lands­
stýrið legði fram á ting uppskot at broyta tágaldandi áseting, so skipasaldur
eisini skuldu kunna verða javnaðar við at gera enduríløgur í rakstrargøgn á
landi sambært 1. kapitli í avskrivingarlógini.
Í viðmerkingunum til uppskotið skrivaði landsstýrið, at tað ásannaði, at før­
oyska vinnulívið var ov eintáttað, og at íløgurnar í stóran mun vórðu
miðsavnaðar á ávís vinnuøki. Fyri ikki áhaldandi at kroysta menn at seta pe-
ning í skip, og so statt avmarka óneyðugar íløgur í fiskiflotan, skeyt tað upp,
at tað at javna negativa skipasaldo framyvir eisini kundi verða gjørt við at
útvega rakstrargøgn til vinnuliga nýtslu burturav við tí endamáli at spjaða
íløgurnar, so peningur, sum áður var bundin í fiskivinnuni, kundi verða nýtt­
ur til t.d. vinnuskapandi íløgur á landi.
Ásetingarnar um skattligar avskrivingar í lóggávuni eru ikki grundgivnar við
tí, at avskrivingin eigur at svara til virðisminkingina í ognini. Tvørturímóti
loyvir lóggávan ikki í øllum førum skattligar avskrivingar, har ognir eru ella
kunnu vera fyri stórum virðisminkingum. Vert er tí at geva sær far um, at tað
ofta kann vera neyðugt at gera tveir roknskapir, ein roknskap, sum lýkur
krøvini í ársroknskaparlógini, og ein skattaroknskap.
6.3.1. Niðurskriving
Ein
niðurskriving
er bókingarliga at niðurmeta eina ogn og kann t.d. koma
uppá tal, tá vørugoymsla verður uppgjørd í sambandi við inntøkuuppgerð­
ina, jbr. § 26, stk. 3 í skattalógini.
6.3.2. Avskrivingarorsakir
Grundgevingin fyri kravinum/møguleikanum fyri avskrivingum/niðurskriv­
ingum er, at ognarluturin verður slitin av nýtslu, slitin av natúrgivnum um­
støðum og minkar í virði av búskaparligum umstøðum, t.d. vøra, sum er
farin av móta. Avleiðingin av hesum er tí, at ognir ella ognarlutir, sum ikki
slítast av brúki, kunnu vanliga ikki verða avskrivaðar ella niðurskrivaðar.
Hetta ger seg galdandi fyri eitt nú grundøki og kann eisini gera seg galdandi
fyri listaverk, sum prýða hølini hjá einum vinnuvirki.
57 Løgtingslóg nr. 74 frá 12.06.1986.
1...,120,121,122,123,124,125,126,127,128,129 131,132,133,134,135,136,137,138,139,140,...284
Powered by FlippingBook