Føroyskur skattarættur - page 120

120
er, at tær eru felags fyri øll ella verða hildnar uttan mun til, um skattgjaldarin
hevur inntøkugevandi arbeiði ella ikki.
Nógv kærumál hava eisini verið um spurningin, um útreiðsla er rakstrarkostnaður
ella av privatum slag. Av nýggjari málum, sum viðgjørd eru í Skatta- og avgjalds­
kærunevndini (Landsskattakærunevndini) kann verða víst á avgerð hjá
Skatta- og
avgjaldskærunevndini frá 03.03.2004 (mál nr. 03-02-021-14)
, har hon staðfesti
avgerð hjá kommunalu skattakærunevndini um ikki at loyva einum bónda frádrátt
fyri útreiðslur til eitt stereoanlegg, tá endamálið at keypa hesa vøru ikki var hildið at
vera at vinna, tryggja og halda inntøkurnar av seyðahaldinum við, men ein útreiðsla
til privat endamál.
Í
Landsskattakærunevndarmáli frá 16.11.1998 (j. nr. 98S01-0043)
sýtti nevndin ein­
um partafelag frádrátt fyri ferðaútreiðslur, tí útreiðslurnar høvdu ikki samband við
raksturin hjá partafelagnum, men vóru privatar úteiðslur hjá stjóra og partaeigara,
og í
Landsskattakærunevndarmáli frá 17.05.1999 (j. nr. 98S01-0060)
sýtti nevndin
einum skattgjaldara, sum róði út við egnum báti, frádrátt fyri egnan kost við teirri
grundgeving, at talan ikki var um rakstrarkostnað eftir § 31 í skattalógini. Sí t.d. eis­
ini
Landsskattakærunevndaravgerð frá 16.11.1998 (j. nr. 98S01-0045)
, har nevndin
sýtti einum skattgjaldara, sum rak virksemi sítt í einum smápartafelag, frádrátt fyri
limagjald til yrkisfelag, tí talan var um persónligan limaskap og ikki um rakstrar­
kostnað hjá felagnum.
Til ber at siga, at
tvey
mørk eru viðvíkjandi rakstrarkostnað: øðrumegin út­
reiðslur til støðis/stovning, og hinumegin privatar úteiðslur.
Støðisfæ/stovning
Rakstur
Privat
-
+
-
5.3.4. Rakstrarútreiðslur, sum eru beinleiðis nevndar í § 31 í
skattalógini
Umframt at allýsa hugtakið rakstrarútreiðslur, sum tær útreiðslur, sum í ár­
inum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, ásetur
§ 31 nøkur ítøkilig dømi um slíkar:
• eftirlønir til starvsfólk skattgjaldarans
• gjald til yrkisfeløg fyri vinnurekandi
• útreiðslur til umvælingar, tryggingar og umsitingar av húsum, skipum,
maskinum, innbúgvi og øðrum rakstraramboðum, tó ikki meira enn
nýtt er til at bøta um slit og brek, sum á er komið eftir tað, at vinnuligi
raksturin byrjaði
• peningur, sum verður avsettur undir einum í klassingargrunn av vinn-
1...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...284
Powered by FlippingBook