113
Tænastumannafelag landsins, og sum Toll- og skattaráðið hevur góðkent.
Talan er um tímapening og dagpening og náttarviðbót treytað av, at ferðin
varir longur enn ávikavist 4 tímar og 16 tímar, og at ferðast verður longur
enn 4 km frá arbeiðsstaðnum
51
.
Eisini
starvandi við flogfari
hava rætt at lata vera við at taka við sum inntøku
í skattauppgerðini endurgjøld frá arbeiðsgevaranum fyri kostnað av hesum
starvi. Talan er eisini um tímapening og dagpening og náttarviðbót sambært
treytum, sum eru gjøllari ásettar í kunngerð
52
.
5.1.25. Vinningur av burturluting o.ø.
Vinningur av burturluting skal ikki verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi
skattskyldugu inntøkuni, men verða viðgjørdur eftir ásetingum sambært
løgtingslóg um goldnan vinning við burturluting o.ø. Eftir hesi lóg skal verða
rindað eitt avgjald til landskassan 15% av tí parti av vinninginum, sum er
hægri enn 3.000 kr.
5.1.26. Ávísir fríir ágóðar
Talan er um tvey sløg av fríum ágóðum, sum ikki skulu takast við í uppgerð
ina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni, t.e.
1)
privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið
løntakara at ráða yvir í sambandi við arbeiðið
og
2) virðið á fríari ferð og fríum bústaði hjá persóni, sum ikki hevur bústað í
Føroyum, og sum er í bráðfeingisarbeiðsørindum í Føroyum.
Við bráðfeingis
arbeiðsørindum skilst dvølur í 12 mánaða tíðarskeiði í styttri enn 180 dag
ar uttan mun til, um persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki.
5.1.27. Gávur millum hjúnafelagar og nærskyld í beinari uppgangandi
og niðurgangandi linju
Gávur skulu sambært § 25 í skattalógini verða inntøkuførdar. Nøkur undan
tøk frá hesi meginreglu eru ásett í § 29 í skattalógini, t.d. gávur, sum hin
skattskyldugi hevur fingið frá hjúnafelaga, avkomi, foreldrum (her uppií eis
ini ættleiðingarforeldrum) ella abba og ommu. Vert er at gera vart við, at
tann, ið latið hevur
gávu til nærskyldan ella hjúnafelaga, ið er ein av teimum
51 Sí rundskriv nr. 7 frá 30.12.2005 um skattafríar veitingar sambært § 29, nr. 7 í Skattalógini.
52 Kunngerð nr. 58 frá 7.6.1999 um skattafrí endurgjøld til starvandi við flogfari. Kunngerðin fevnir eis
ini um starvandi við tyrlu.