Føroyskur skattarættur - page 106

106
kostur, ókeypis ferð og onnur ískoyti til sjálva lønina. Hesar veitingar skulu
sum meginregla verða inntøkuførdar við einum virði, sum svarar til handils­
virðið.
Tað er tó ikki ókent, at virðið á ágóðum, ið stundum verður nevnt
spard
privatnýtsla,
verður sett heldur lægri, um so er, at móttakarin ikki sjálvur hevur
havt ávirkan á vavið á veitta ágóðanum. Slíkir ágóðar kunnu t.d. vera spard
privatnýtsla í arbeiðsørindum fyri arbeiðsgevaran, tá ið arbeiðsgevarin rindar
fyri útreiðslur, sum kanska ikki burturav standast av arbeiðsørindunum, men
fara til at rinda útreiðslur til privatnýtslu, sum skattgjaldarin kortini skuldi
rinda úr egnum lumma.
Hugtakið
spard privatnýtsla
skal ikki verða misskilt, tí spardur peningur er,
sum nevnt, ikki skattskyldugur. Hinvegin er neyðugt at ásanna, at júst møgu­
leikin fyri øktum forbrúki hevur stóran týdning fyri førleikan at rinda skatt
og við hesum umrøðuna um inntøkuhugtakið.
5.1.21.4. Naturaliebúskapur
Talan er um naturaliebúskap, tá skattgjaldarar veita hvør øðrum búskapar­
ligar fyrimunir tó uttan at rinda ella taka ímóti peningi fyri teir, men gjalda
hvør øðrum við at býta um vørur og/ella tænastur. Tað hevur ikki verið vanl­
igt í Føroyum at krevja, at slíkir búskaparligir fyrimunir skulu verða inntøku-
førdir, uttan tá ið talan er um tveir ella fleiri handverkarar, sum í egnum faki
hjálpa hvør øðrum at byggja hús í arbeiðstíðini. Tá skal ein upphædd svar­
andi til løn fyri vanliga arbeiðstíð verða inntøkuførd.
5.1.21.5. Virðið á egnum arbeiði
Meginreglan í føroyskum skattarætti er, at útreiðslur, sum ein skattgjaldari
sparir við at gera arbeiðið sjálvur í frítíðini, og sum hann annars skuldi havt
goldið øðrum fyri at gera, skal ikki verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi
skattskyldugu inntøkuni.
Men í tí føri, skattgjaldarin
leggur starvið niður
fyri at nýta sína
útbúgving ella
vinnu
til at skapa
varandi virði
fyri seg sjálvan ella annan, hevur Líkningarráð
Føroya gjørt av, at slíkt virði skal verða inntøkuført við upphædd, sum svarar
til vanliga arbeiðstíð.
5.1.21.6 At eftirgeva og fyrna skuld
Fyrr var vinningur og tap av ognum, undir hesum virðisbroytingar
(formuebevægelser), viðgjørdur eftir vanligu reglunum í skattalógini, t.v.s.
eftir § 29, nr. 1. Eftir hesum reglum kundi slíkt tap og slíkur vinningur sum
meginregla
ikki
dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni.
1...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...284
Powered by FlippingBook