100
ingina sum gávu. Onnur eyðkenni, sum kunnu tala fyri at meta veitingina
sum gávu, eru, um sigast kann, at misjavni er millum mótveitingar, og um
ætlanina hjá lataranum – um talan er um tilætlaða gávu, ella um latingin
heldur ber brá av handilsumhugsni. Verður staðfest, at veitingin er gáva, skal
hon sum meginregla verða inntøkuførd til handilsvirðið.
Avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 20.10.2005 (mál nr. 05-02-21-41)
er
dømi um, nær ein veiting er latin millum partar í gávuumhvørvi. Í hesum máli tók
Skatta- og avgjaldsnevndin undir við grundgevingini hjá líkningarmyndugleik
anum, at felag Y hevði latið júst einum øðrum felag X veiðiloyvi, tí at høvuðspersón
arnir í leiðsluni í feløgunum høvdu samanfallandi áhugamál. Persónur 1 var stjóri í
báðum feløgunum og nevndarlimur í felag Y, og persónar 2 og 3 vóru ávikvist
nevndarformaður og nevndarlimur í felagnum Y og áttu harumframt meirilutan av
partapeninginum í báðum feløgunum.
Í
Landsskattanevndarmáli j. nr. 11/1989
varð staðfest, at veiting frá einari skipa
smiðju, sum formliga var veitt sum lán til partsreiðarar í tveimum partsreiðaríum
vóru skattskyldugar veitingar sambært § 25 í skattalógini.
Partsreiðararnir høvdu í 1983 gjørt serstakar sáttmálar (loan agreement) við út
lendska skipasmiðju um at fíggja tvey skip. Í hesum sáttmála varð nevnt, at skipa
smiðjan við beinleiðis lánum skuldi fíggja ein part av keypsprísinum fyri skipini eftir
sera lagaligum treytum. Eisini var ásett, at hvør einstakur partsreiðari skuldi fáa játt
að ávíst lán at afturgjalda eftir 14 árum til 8% p.a.
Skipini gjørdust dýr, og vánaligi marknaðurin gjørdi tað, at skipini vórðu seld á
tvingsilsuppboði.
Aftaná at hava kannað og viðgjørt skattligu avleiðingarnar av hesum kom líkningar
valdið til ta niðurstøðu, at tann veiting, sum skipasmiðjan læt partsreiðarunum, hevði
peningaligt virði fyri partsreiðararnar við tað, at tær høvdu verið nýttar sum partur
av grundarlagnum undir rættinum at gera skattligar avskrivingar. Vegna óvanligu
afturgjaldstreytirnar, eitt nú at skipasmiðjan bant seg til ikki at krevja upphæddirnar
aftur, um partsreiðararnir fóru í fíggjartrot, vóru hesir sáttmálar ikki hildnir at vera
bindandi millum partarnar. Kontuuppgerð og renturokning vóru ongantíð útsend,
og trotabúgvið hjá skipasmiðjuni hevði ongantíð kravt upphæddirnar frá partsreið
arunum. Partsreiðararnir høvdu ikki drigið frá rentur av veitingunum í skattaupp
gerðini, men høvdu hinvegin nýtt sín fulla rætt at gera skattligar avskrivingar í
skattauppgerðunum.
Landsskattanevndin viðmerkti í sínum úrskurði, at tey veittu lánini vóru heilt óvan
lig eftir orðaljóðinum í lániskjølunum, tí har stóð einki beinleiðis um rentubering
ella frádráttargjald, men hinvegin stóð, at partsreiðararnir ikki skuldu gjalda lánini
aftur, um partsreiðaríið fór í fíggjartrot. Nevndin helt, at eitt tílíkt „fiktivt“ lán kann
ikki gera tað, at lánini ikki hava havt eitt virði fyri partsreiðararnar at fíggja