93
Tær fyritøkur, sum lúka treytirnar fyri at rinda tilfeingis/loyvisskatt til
landskassan, hava skyldu til at fyribilsskráseta seg fyri slíka inntøku í seinasta
lagi 1. oktober í inntøkuárinum og skulu í skattaroknskapinum gera serstaka
uppgerð viðvíkjandi tilfeingis/loyvisskattinum.
Landsstýrismaðurin hevur í kunngerð ásett, at tey, sum hava skyldu til at lata
inn serstaka uppgerð viðvíkjandi tilfeingis/loyvisskatti, skulu býta skattaupp
gerðina í tríggjar partar, ein fyri inntøku frá fiski-og alivinnu, ein fyri aðra
inntøku og eina samanteljing.
Er skattgjaldarin samskattaður, verða latnar uppgerðir fyri hvønn sær og ein
samantald uppgerð fyri tey samskattaðu. Sama er galdandi fyri fyribilsskrá
setingina.
Framflutt hall skal vera býtt millum inntøkuna frá fiski-og alivinnu og aðra
inntøku í samsvari við, um hallið stavar frá fiski-og alivinnu ella ikki.
Útreiðslur til felagsumsiting o.t., ið ikki til fulnar kunnu markast til antin
inntøku frá fiskivinnu-og alivinnu ella øðrum virksemi, verða býttar eftir
bruttusøluni sambært roknskapinum.
Bæði tilfeingis og loyvisskatturin fullu burtur við virknaði frá 1. januar 2016.
Við virknaði frá 7. mars 2014 hava allar fyritøkur og allir einstaklingar, sum
reka vinnuliga alivinnu í føroyum skyldu til at rinda tøkugjald á 0,5% til
landskassan í sambandi við tøku av alifiski.
Avgjaldsgrundarlagið er grundað á mánaðarligu tøkuna av alifiski í kruvdari
vekt, faldað við miðal altjóða marknaðarprísinum í sama mánaði.
Við átekning í fíggjarlógini til inntøkujáttanina í fíggjarárinum verður ásett,
hvør altjóða marknaðarprísur verður nýttur.
Við virknaði frá 1. januar 2016 verður tøkugjaldið ásett soleiðis:
Er miðal altjóða marknaðarprísurin 27 kr. fyri kilo ella hægri, er gjaldið
4,5%.
Er miðal altjóða marknaðarprísurin 23 kr. fyri kilo ella hægri, men lægri enn
27 kr. fyri kilo, er gjaldið 2,5%.
Er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn 23 kr. fyri kilo, er gjaldið 0,5%.