Føroyskur skattarættur - page 83

83
5. Fæbundna skattskyldan
Fæbundna skattskyldan snýr seg um tær reglur, sum áseta,
hvussu
skattskyld­
uga inntøkan verður gjørd upp.
5.1. INNTØKUHUGTAKIÐ
Í umrøðuni um grundreglurnar undir føroyskum skattarætti frammanfyri er
greitt frá, at vit í Føroyum hava inntøkuskatt og at inntøkuskattingin byggir
á førleikan hjá tí einstaka skattgjaldaranum at rinda skatt.
Umrøtt er, at inntøkan kann verða lýst fleiri vegir, t.d. sum samanlagdi netto­
vøksturin hjá einum persóni, ið ávirkar búskaparliga førleikan. Tað er hesin
nettovøkstur, sum gevur møguleika fyri brúki, uttan at tað minkar um ogn­
ina. Hetta inntøkuhugtak fevnir um øll sløg av arbeiðsinntøkum, kapital­
vinningum, arvi og gávum, umframt virðisvøkstri, sum stavar frá broyttum
konjunkturum.
Inntøkan kann t.d. eisini verða ásett sum brúkið hjá tí einstaka skattgjaldar­
anum. Funnið verður tá fram til inntøkuna við at leggja afturat ognarmink­
ingina og draga frá ognarvøskturin.
Tað inntøkuhugtak, sum verður brúkt í føroyskum skattarætti, svarar ikki
burturav til nakað av hesum júst nevndu dømum.
Føroyska inntøkuhugtakið er í lóggávuni fyrst og fremst myndað av grein­
unum 25, 29 og 31 í skattalógini.
Grein 25 ásetur, hvørjar inntøkur eru skattskyldugar, grein 29 ásetur, hvørjar
inntøkur ikki eru skattskyldugar, og grein 31 ásetur, hvørjir frádráttir kunnu
verða drignir frá, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp. Av hesum sæst,
at skattskylduga inntøkan kemur fram, tá ein uppgerð er gjørd, har inn­
tøkurnar undir grein 25 eru lagdar saman, inntøkur undir grein 29 eru
hildnar uttanfyri, og frádráttir undir grein 31 eru drignir frá. Sigast kann tí,
at føroyska inntøkuhugtakið er ein nettoinntøka.
Møguleikin fyri at draga frá rakstrarútreiðslur eftir § 31 í inntøkum fyri
persónligt arbeiði í tænastu (fyri onnur) fall burtur 1. januar í 1993
36
. Síðan
36 Tað hevur verið politisk ætlan at hava einfalda og gjøgnumskygda inntøkuskatting. Løgtingið hevur tí
í fleiri umførum broytt skattalóggávuna seinnu árini, so flestu av teimum skattligu frádráttunum, sum
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...284
Powered by FlippingBook