Føroyskur skattarættur - page 86

86
5.1.2. B-inntøka og B-skattur
B-inntøka er skattskyldug inntøka hjá persónligum skattgjaldarum, sum
A-skattur ikki verður eftirhildin í. Skattgjaldarin skal lata skattavaldinum
upplýsingar um ætlaðu B-inntøkuna fyri árið. Av tí at skattavaldið skal brúka
væntaðu inntøkuna sum grundarlag undir at útskriva B-skattin, er tað vænt­
aða nettoinntøkan, sum skal verða upplýst. Nettoinntøkan er væntaða
bruttoinntøkan við frádrátti av væntaðum rakstrarkostnaði og møguligum
avskrivingum. Tá hetta er gjørt, krevur skattavaldið inn fyribils B-skatt
sambært skattarokning, sum fellur til gjaldingar í 12 gjøldum hin 1. í
hvørjum mánaði við gjaldfreist til 20. í gjaldmánaðinum.
5.1.3. Endaligir A-skattir og B-skattir
A- og B-skattirnir, sum ígjøgnum árið javnan verða ávikavist eftirhildnir ella
goldnir sambært rokning, eru sum nevnt
fyribilsskattir.
Sjálvuppgávan fyri eitt
inntøkuár skal verða latin TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at eitt inn­
tøkuár er endað. Tá endaliga álíkningin eftir hetta er gjørd fyri farna árið,
kann úrslitið verða, at samsvar er ímillum fyribils og endaligan skatt. Ein ann­
ar møguleiki er, at endaligi skatturin er hægri enn fyribilsskatturin. Tá hevur
skattgjaldarin skyldu til at rinda „írestandi skatt“
39
í trimum javnstórum
gjøldum tann 1. mai, 1. juni og 1. juli í álíkningarárinum. Triði møguleikin
er, at endaligi skatturin er lægri enn fyribilsskatturin. Tá hevur skattgjaldarin
rætt til at fáa afturgoldnan „avlopsskatt“
40
innan 1. oktober í álíkningarár­
inum.
B-skattgjaldarar skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. mai
41
í álíkn­
ingarárinum.
Vinnufeløg, deyðsbúgv o.o. skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli
árið eftir, at roknskaparárið endaði. Skatturin fellur til gjaldingar avvarðandi
ár í trimum gjøldum 1. oktober, 1. november og 1. desember við gjaldfreist
til 20. í mánaðinum.
39 Umframt eykagjald eftir § 78, stk. 2 í skattalógini, sum í løtuni er 4%.
40 Umframt endurgjald eftir § 79, stk. 3 í skattalógini, sum í løtuni er 4%.
41 Hesir og løntakarar uttanlands, vinnufeløg, deyðsbúgv o.o. kunnu í serligum førum eftir umsókn fáa
freistina longda, tó ikki út um 15. august í álíkningarárinum.
1...,76,77,78,79,80,81,82,83,84,85 87,88,89,90,91,92,93,94,95,96,...284
Powered by FlippingBook