Føroyskur skattarættur - page 89

89
av, um ein inntøka er A-inntøka. Slík avgerð kann verða kærd til landsstýris-
mannin
43
.
5.1.6. Inntøkur, sum ikki kunnu vera A-inntøkur
Skattalógin nevnir í § 61 nakrar inntøkur, sum ikki kunnu roknast sum A-
-inntøkur. Tær eru inntøkur, sum verða goldnar av útlendskum sendistarvs­
stovum og limum teirra og av útlendskum sendikonslum og persónum ella
felagsskapum, sum ikki hava heimating í Føroyum. Í slíkum førum ber tó til
hjá avvarðandi arbeiðsgevara at lata fulltrúa, sum hevur heimating í Føroyum,
ávísa inntøkuna sum A-inntøku yvir eitt góðkent avrokningarstað.
5.1.7. A-inntøkur sambært avtalu
Útlendskir arbeiðsgevarar kunnu gera avtalu við skattavaldið um sjálvbodna
skráseting sum arbeiðsgevarar í Føroyum, hóast teir ikki hava heimating í
Føroyum. Á henda hátt kunnu teir rinda persónum búsitandi í Føroyum løn
sum A-inntøku. Slíka avtalu hevur danska ríkið gjørt við skattavaldið, so løn­
in til teirra, sum starvast fyri ríkið í Føroyum, verður roknað sum A-inntøka,
eins og hetta eisini er galdandi fyri eftirlønir frá ríkinum, sum verða goldnar
móttakarum búsitandi í Føroyum.
5.1.8. Hvat skal verða inntøkuført?
Yvirskipaða svarið, hvat skal verða inntøkuført, sæst í § 25 í skattalógini, har
tað stendur, at inntøkuført skal verða „alt, sum er lagt inn í peningi ella
peningsvirði“ uttan so, at annað er ásett í skattalógini.
Sum dømi um, hvat skal verða inntøkuført nevnir § 25 innløgur av:
• sigling, fiskiskapi, hvalaveiðu, landbúnaði, fuglaveiðu, ídnaði, handli
o.ø.,
• burturleigu ella av at burturfesta fasta ogn, leysafæ ella rættindi og lunn-
indir, og eisini av bústaði og húsarúmd til vinnu í egnum húsum,
• rentu ella vinningi av útlántum peningi og virðisbrøvum, tó ikki vinnings-
býti og rentuinntøkur, sum eru undir lóg um skatt av kapitalvinn-
ingi,
• rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, haldi o.tíl. avgjaldi av ella
ókeypis nýtslu av fastogn ella leysafæi o.tíl.,
• gávum og inntøku av happadrátti og øðrum eydnuspæli, eins og øðrum
inntøkum, hóast tær ikki eru beinleiðis nevndar í § 25,
• íløgustudningi veittur eftir lóg um egnsudvikling og lóg um menningar-
grunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur.
43 Skattalógin § 62, stk. 2.
1...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...284
Powered by FlippingBook