90
Manningarhýrur av sigling og fiskiskapi eru A-inntøkur og verða tí viðgjørdar
sum slíkar sambært tí, sum greitt er frá omanfyri um A-inntøkur og A-skatt.
Sum umrøtt frammanfyri undir persónbundnu skattskylduni, eru
veiðiinn-
tøkur
sambært § 25a og
hýrur frá útlendskum skipum
sambært § 25b í skatta
lógini úrslit av teimum serskattaskipanum, sum vórðu gjørdar í 1990-ár
unum.
Hóast ásetingarnar í §§ 25a og 25b í skattalógini, hvørjar inntøkur eru ávika-
vist
veiðiinntøka
og
hýra frá útlendskum skipi
tykjast greiðar, hevur ivi stungið
seg upp, um inntøka kann koma undir ávikavist §§ 25a ella 25b.
Avgerðir eru tiknar í nøkrum kærumálum, sum vísa, at
hugtakið veiðiinntøka
er
avmarkað
til inntøku, sum
fiskimaður
vinnur rætt til við fiskiskipi, og sum
er grundað á
part av veiðuni
.
Ladsskattakærunevndin tók 28.03.2001 (j. nr. 99S01-0084)
avgerð um, at hýra til
eygleiðara
við japanskum fiskifari, sum eftir avtalu við Fiskirannsóknarstovuna (nú Hav
stovuna) hevði loyvi til royndarfiskiskap eftir tunfiski, kann ikki verða roknað sum
veiðiinntøka sambært § 25a, men sum „vanlig“ inntøka sambært § 25 í skattalógini.
Upplýst var í málinum, at reiðaríið skuldi gjalda Fiskirannsóknarstovuni ávísa upphædd
fyri ávísar útreiðslur, eitt nú eygleiðaran, sum var í starvi hjá Fiskirannsóknarstovuni og
fekk í eygleiðarastarvinum løn sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum um
framt „siglipening“, ið var ásettur sum ein ávís upphædd fyri hvønn dagin umborð.
Orsøkin, at inntøkan hjá eygleiðaranum við japanska fiskifarinum ikki varð roknað sum
veiðiinntøka, var, at hann ikki var at rokna sum fiskimaður, tí inntøkan hjá honum var
ikki ávirkað av veiðuni hjá fiskifarinum. Uppgáva hansara umborð var at
eygleiða.
Málið
varð skotið inn fyri Føroya rætt, sum 26. mars í 2002 staðfesti avgerðina hjá landsskatta
kærunevndini.
Í avgerð
frá 16.06.2004 (mál nr. 03-02-F021-2)
staðfesti
Skatta- og avgjaldskæru
nevndin
avgerð hjá skattavaldinum, at
uppsagnarløn
kann ikki verða roknað sum
veiðiinntøka við teirri grundgeving, at § 25a út í æsir ásetur, hvat veiðiinntøka er, og
hvør onnur inntøka kann verða viðgjørd sum veiðiinntøka. Harafturat ásetur § 25a,
stk. 2, síðsta pkt., at
øll onnur inntøka
verður roknað sum inntøka á landi og
ikki
sum veiðiinntøka.
Spurningurin, um inntøka frá arbeiði við
donskum verjuskipi
kemur undir §
25b í Skattalógini, hevur eisini verið til kæruviðgerðar.
Í avgerð hjá
Landsskattakærunevndini frá 19.12.2002 (j. nr. 01S01-0115)
hevði
kommunala skattakærunevndin staðfest avgerð hjá Toll- og skattstovuni, at skatt