Føroyskur skattarættur - page 85

85
Tá samtíðarskattaskipanin kom 1. apríl í 1984, fekk slík inntøka, sum eisini
verður nevnd lønarinntøka, heitið A-inntøka. Samtíðarskattaskipanin ásetur,
at A-skattur skal verða afturhildin og avroknaður í upphæddini, áðrenn A-
-inntøka verður goldin skattgjaldaranum. Skipanin er gjøllari lýst í § 63 í
skattalógini, sum ásetur, at arbeiðsgevarin (hin ávísingarskyldugi) skal gjalda
A-inntøkuna inn til eitt avrokningarstað, sum landsstýrið hevur góðkent.
Avrokningarstaðið avroknar síðan A-skattin til landskassan og restupphædd­
ina til skattgjaldaran umvegis hin ávísingarskylduga.
Tey góðkendu avrokningarstøðini eru allir føroyskir peningastovnar og post­
giro.
Skattalógin tilskilar nágreiniliga í § 60, hvørjar inntøkur eru A-inntøkur. Tal­
an er um alt slag av lønum (hýrur íroknaðar), sum eru
goldnar við peningi,
og
allar veitingar, sum koma í staðin fyri nevndu lønir, t.d. dagpeningur,
arbeiðsloysisstuðul o.a., eftirlønir og skattskyldugar almannaveitingar, studn­
ingar og aðrir skattskyldugir styrkir, tó ikki studningur frá tí almenna latin
lesandi og lærlingum, samsýningar til limir í nevndum og ráðum, samsýn­
ingar til útinnandi listafólk og fyrilesarar og ítróttafólk. Vert er at geva gætur,
at samsýningarnar til útinnandi listafólk og fyrilesarar og ítróttafólk skulu
verða roknaðar sum A-inntøkur og við hesum avroknað um góðkent
avrokningarstað, sjálvt um inntøkan verður goldin triðjamanni t.d. smáparta­
felag, sum avvarðandi útinnandi listafólk, fyrilesari ella ítróttafólk starvast
hjá og møguliga eisini eigur fult ella partvíst.
Líkningarráð Føroya hevur við reglugerð frá 26. apríl í 1985 ásett, hvussu umsiting­
in viðvíkjandi útgjøldum av samsýningum til luttakarar í tónleikarabólkum, til
plátu-vendarar, til sjónleikarar og onnur skal vera. Í reglugerðini er t.d. ásett, at
útgjøld til tónleikarabólkar kunnu fara uttan um afturhaldsskipanina treytað av, at
tónleikara-bólkurin er skrásettur sum arbeiðsgevari, og at tónleikabólkurin rindar
einstøku limunum í bólkinum samsýning sum A-inntøkur yvir afturhaldsskipani-
na
38
. Tónleikarabólkurin hevur tá, eins og øll onnur vinnurekandi, skyldu til at gera
og lata inn skattaroknskap fyri farna árið. Ein spurningur, sum ofta verður, tá ið
mett verður um virksemi av hesum slag, er, um talan er um vinnu ella ítriv. Hesin
spurningur verður svaraður eftir einari lønsemismeting, sum er umrøddur undir
5.1.12.
38 Eftir tágaldandi § 62, stk. 1 í skattalógini hevði Líkningarráð Føroya heimild til, tá serligar grundir
vóru til tess, at gera av, at ein ávís inntøka ella eitt ávíst slag av inntøku, undir § 60, stk. 1 í skattalógini,
skal ikki vera A-inntøka.
1...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...284
Powered by FlippingBook