Føroyskur skattarættur - page 75

75
Trupult kann tó vera at gera av, eftir hvørjum skattastigi „avleidda inntøkan“
skal verða skattað, tí møguleikarnir eru fleiri alt eftir, um talan er um løn-
takara ella vinnurekandi, um tann vinnurekandi rekur virksemi í vinnufelag
ella sum persónliga rikið virki, og um løntakarin ella tann vinnurekandi ein-
-ans hevur skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini ella eisini eftir vanligu
skattalóggávuni.
4.3.3. Skattskylda eftir bæði kolvetnisskattalógini og vanligu skattalóg-
-gávuni
Er løntakarin ella tann vinnurekandi skattskyldugur eftir bæði kolvetnisskatta­
lógini og vanligu skattalóggávuni, verða „avleiddu inntøkurnar“ roknaðar
upp í aðrar inntøkur og skattaðar sum vanligt. Talan kann tá vera um ymisk
skattastig alt eftir, um skattgjaldarin er undir fullari ella avmarkaðari skatt­
skyldu til Føroya, og um tann vinnurekandi rekur virksemi í vinnufelag ella
sum persónliga rikið virki. Løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi við fullari
skattskyldu rinda stígandi skatt upp í 50% av skattskyldugu inntøkuni. Løn-
takarar og sjálvstøðug vinnurekandi við avmarkaðari skattskyldu rinda 42%
av bruttoinntøkuni. Vinnufeløg rinda skatt, sum er 18% (feløg við partapen­
ingi, sum er lægri enn 80.000 kr. rinda tó 49%) av skattskyldugu inntøkuni
uttan mun til, um tey eru undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu til Føroya
ella einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini.
4.3.4. Skattskylda einans eftir kolvetnisskattalógini
4.3.4.1. Løntakarar
Er løntakarin einans skattskyldugur eftir kolvetnisskattalógini
og
arbeiðir fyri
ein arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum, verður brutto-inn-
tøkan hjá løntakaranum eftir § 11, stk. 2 í kolvetnisskattalógini skattað enda­
liga 35%. Tað merkir eisini, at løntakarin skal ikki lata inn sjálvuppgávu,
men at avvarðandi arbeiðsgevari skal ávísa lønina ígjøgnum føroysku skatta­
skipanina, so skatturin á tann hátt kann verða afturhildin.
4.3.4.2. Vinnurekandi
Sjálvstøðug vinnurekandi, sum einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskatta­
lógini, rinda eftir § 11, stk. 1 í kolvetnisskattalógini skatt av „avleiddum inn­
tøkum“ við skattastigi, sum er 35%. Vinnurekandi, sum reka virksemi í ein­
um vinnufelag, og sum einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini,
rinda skatt av „avleiddum inntøkum“ við skattastigi, sum er 18% (feløg við
partapeningi, sum er lægri enn 80.000 kr. rinda tó 49%).
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...284
Powered by FlippingBook