73
Skatturin av nýtslugjaldi er tó endaligur skattur, sum er 25%, og sum ikki
kann verða broyttur við mótrokning.
Í
avgerð nr. 9/1989 hjá Landsskattanevndini
varð til viðgerðar kæra frá skattgjaldara,
sum hevði búð í Føroyum frá 25/9 í 1987 til 21/1 í 1988, og sum mælti ímóti, at
hann hevði verið fyri órætti at fáa størri skatt enn aðrir í Føroyum fult skattskyldugir
persónar fáa. Kærarin var settur í skatt við avmarkaðari skattskyldu til Føroya og
fekk tí ikki loyvi at draga frá løntakarafrádrátt ella persónsfrádrátt, eins og aðrir
persónar við fullari skattskyldu til Føroya.
Líkningarráð Føroya viðmerkti í hoyringarsvari,
at kærarin sambært fólkayvirlitinum
hevði hildið til í Føroyum frá 25/9 í 1987 til 21/1 í 1988, at hann var fráskildur og
hevði verið í Føroyum sum stakur persónur og arbeiddi hjá einum arbeiðstakara. Av
tí at hann hevði uppihildið sær eitt so stutt tíðarskeið í Føroyum, hevði hann verið
settur í skatt við avmarkaðari skattskyldu til Føroya eftir § 2 í skattalógini, sum
hevði við sær, at hann ikki hevði rætt til persónsfrádrátt eftir tágaldandi § 3 í
ásetingarlógini og løntakarafrádrátt eftir tágaldandi § 33, nr. 7 í skattalógini.
Líkningarráðið mælti tí frá at broyta álíkningina.
Landsskattanevndin
tók undir við tilmælinum hjá líkningarráðnum og staðfesti
álíkningina.
4.2.14. Skattlegging av vinnurekandi, sum flytur rakstrargøgn av
landinum
Eftir § 31a, stk. 2 í avskrivingarlógini skal tað at flyta maskinur, rakstrargøgn,
innbúgv o.tíl., til nýtslu uttanlands, sum ein í Føroyum skattskyldugur
vinnurekandi hevur brúkt í skattskyldugum virksemi í Føroyum, verða javn
sett við sølu. Sølupeningurin er virðið í vanligum handli um flutningsmund
ið.
Henda áseting kann hava við sær, at ein skattskyldugur vinningur kann verða
staðfestur, tá slík flyting fer fram.
Eftir kolvetnisskattalógini verða t.d. boripallar avskrivaðir sum rakstrargøgn
sambært kapitli 1 í avskrivingarlógini. At flyta slíkt út um føroyskar leiðir
kann tí eftir umstøðunum koma undir hesa áseting.
4.3. SKATTUR AV KOLVETNISVIRKSEMI
Kolvetnisskattalógin ásetur, at skattlagt verður alt virksemi á føroyskum øki,
sum hevur við forkanning, leiting og at framleiða kolvetni at gera
og
av virk-