76
4.3.5. Skattskyldan stóran týdning fyri skattastigið
Av hesum sæst, at støðan viðvíkjandi skattskylduni hevur stóran týdning fyri
skattastigið av „avleiddum kolvetnisinntøkum“ hjá løntakarum og sjálv-
-støðugum vinnurekandi, ið reka vinnu sum persónliga rikið virki, tí lægra
skattastigið, sum er 35% er fyri tað persónliga rikna virkið treytað av, at tann
vinnurekandi einans er skattskyldugur eftir kolvetnisskattalógini, og fyri løn-
takaran, at hann harafturat arbeiðir fyri arbeiðsgevara, sum ikki hevur heima
ting í Føroyum. Í somu løtu hesir skattgjaldarar eisini koma undir avmarkaða
ella fulla skattskyldu eftir vanligu skattalóggávuni, fer skattastigið upp í
ávikavist 42% ella undir stígandi skatt upp í 50%.
Umrøðan vísir eisini, at skattgjaldari kann hava avmarkaða skattskyldu ein
part av árinum og einans hava skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini ein ann
an part av árinum.
4.4. UNDANTIKIN SKATTSKYLDU
Eftir § 3, stk. 1 í skattalógini eru hesi undantikin skattskyldu til Føroya
kongur og drotning,
• ættarmenn kongs, sum eru komnir av donskum kongum í fyrsta liði, ella
sum sambært § 11 í grundlógini fáa árspening eins og hjúnafelagar teirra.
Teir skulu tó rinda skatt av inntøkum, ið teir hava av vinnu uttan um
ríkistænastuna, og sum teir sjálvir reka ella taka lut í,
• útlendskir sendikonslar og sendistarvsmenn í konsulstænastu, tá teir ikki
eru danskir ríkisborgarar. Teir hava tó avmarkaða skattskyldu av teimum
inntøkum, sum nevndar eru í § 2 í skattalógini,
• kirkjur, ið eiga sjálvar seg viðvíkjandi kirkjuhúsum við grund og kirkju-
garði,
• tjóðbanki Danmarkar,
• danska ríkið, landskassi Føroya eins og teir stovnar, hvørs inntøkur og
útreiðslur eru skipaðar í fíggjarlóg fólkatingsins ella løgtingsins, og virki og
stovnar, sum eru ogn landsins ella kommununnar, og sum verða rikin fyri
landskassans ella kommunanna rokning.
• Íløgufeløg, ið eru skrásett í Føroyum, og sum umsita íløgur fyri íleggjarar
treytað av, at hesi íløgufeløg eru undir fyriskipanini „Lov om investerings-
foreninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsfor-
eninger m.v.“
Spurningurin um ognarrættin til og skylduna hjá ávísum grunnum og stovn-
-um at skipa seg við inntøkum og útreiðslum í fíggjarlóg løgtingsins hevur