Føroyskur skattarættur - page 79

79
Treytin fyri býti viðvíkjandi inntøkuni er somuleiðis, at veruligur felags rakst­
ur fer fram, og at báðir hjúnafelagarnir taka lut í virkisrakstrinum. Verða
hesar treytir ikki loknar, kann inntøkubýtið ikki verða góðkent og tann av
hjúnafeløgunum, sum ber høvuðsábyrgdina av rakstrinum, verður settur í
skatt av allari inntøkuni av virkseminum
4.5.3. Inntøkur av ogn
Inntøka av ogn, sum ikki verður mett sum sjálvstøðugt vinnuvirki, eitt nú
inntøkur av útleigu, rentuinntøkur, vinningsbýti o.a. skal verða tikið við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni hjá tí hjúnafelaga, sum er
eigari sambært galdandi lóggávu. Eiga hjúnafelagar slíka ogn í felag, verður
inntøkan av henni sum meginregla javnbýtt millum teirra.
4.5.4. Ognaruppgerð
Sambúgvandi hjúnafelagar skulu eftir § 116, stk. 2 í skattalógini hvør sær
taka egnar ognir við í ognaruppgerð sína. Teir hjúnafelagar, sum reka vinnu-
virki í felag, og teir, sum hava inntøku av ognum,
skulu seinast í hvørjum ári
lata inn hvør sína ognaruppgerð.
4.5.5. At javna inntøkur hjúnanna
Skattalógin ásetur í § 4, stk. 1, at um skattskylduga inntøkan hjá øðrum
hjúnafelaganum er undir og hjá hinum yvir „skattafría botnfrádráttinum“,
skal verða javnað, so tann lægra inntøkan verður hækkað upp til skattafría
botnfrádráttin og tann hægra verður lækkað í sama mun.
4.5.6. Skattligar avskrivingar og at flyta avskrivingarbærar
ognarlutir millum hjúnafelagar
§ 34 í skattalógini ásetur, at skattligar avskrivingar av ognarlutum, sum verða
nýttir í vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelaganum, ger hann sjálvur, uttan mun
til um hann sjálvur ella hin hjúnafelagin er ánari.
Flytur annar hjúnafelagin ognir til hin hjúnafelagan til nýtslu í vinnuvirki
hansara, skal vinningur ella hall ikki verða talt við í skattskyldugu inntøkuna
hjá fyrrnevnda. Aftan á slíka yvirflyting verða ognirnar avskrivingarliga og
viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum um móttakarin hevði útvegað tær
tá og fyri somu peningahædd, sum tær í sínari tíð vórðu útvegaðar fyri og
verða fyrr gjørdar avskrivingar mettar, sum hann hevði gjørt tær. Verða slíkar
ognir fluttar til hin hjúnafelagan til
aðra nýtslu
, verður ásetingin í § 31 í
avskrivingarlógini galdandi, við tað at slík flyting verður javnsett við somu
ognarsølu og sama ognarkeyp. Tá kann inntøkuføring viðvíkjandi vinningi
ella útjavning av negativari saldu verða staðfest, og av tí sama hava við sær
skyldu til at rinda skatt.
1...,69,70,71,72,73,74,75,76,77,78 80,81,82,83,84,85,86,87,88,89,...284
Powered by FlippingBook