Føroyskur skattarættur - page 84

84
tá eru tað einans persónar, ið hava inntøkur av at reka sjálvstøðuga vinnu,
sum hava havt møguleikan fyri at draga rakstrarútreiðslur frá, tá skattskyld­
uga inntøkan skal verða gjørd upp
37
. Hóast tað í uppgerðini viðvíkjandi
veiðiinntøkum
eftir § 25a í skattalógini eru loyvdir frádráttir, sum hava bein-
leiðis samband við inntøkuna, kann ikki sigast, at talan er um frávik frá
meginregluni í § 31, at løntakarar ikki kunnu draga frá rakstrarkostnað í
inntøkuuppgerðini. Talan er í hesum føri heldur um at allýsa inntøku, sum
verður serskattað.
Umrøðan viðvíkjandi fæbundnu skattskylduni fer tí fyrst og fremst at snúgva
seg um uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni hjá vinnurekandi,
tað veri seg vinnurekandi, sum reka vinnu gjøgnum ein vinnufelagsskap sum
t.d. partafelag ella smápartafelag ella sum sjálvstøðugt vinnurekandi persón­
ar.
Tá tað snýr seg um inntøkur hjá einstaklingum, sigur skattalógin, at tær
kunnu antin vera A-inntøkur ella B-inntøkur. Einki er í vegin fyri, at ein ein-
-staklingur hevur bæði A og B inntøkur. Inntøkur hjá vinnurekandi feløgum
eru ikki á sama hátt býttar í A- og B- inntøkur. Orsøkin er, at persónligir
skattgjaldarar skulu rinda
samtíðarskatt
, sum merkir, at skatturin skal verða
rindaður, samstundis sum inntøkan verður vunnin, men feløg rinda ikki
skatt fyrr enn árið eftir, at inntøkan er vunnin. A-skattur verður eftirhildin
og avroknaður sum fyribils skattur, samstundis sum arbeiðsgevarin rindar
lønina. B-skattur verður goldin sum fyribils skattur sambært uppkravi, sum
er grundað á ætlaða nettoársinntøku, sum skattgjaldarin hevur upplýst fyri
skattavaldinum.
5.1.1. A-inntøka og A-skattur
Inntøka fyri persónligt arbeiði í tænastu (fyri onnur) er løn, sum skattgjaldari
fær frá arbeiðsgevara fyri tað arbeiði, hann útinnir eftir ávísing arbeiðsgev­
arans og fyri rokning arbeiðsgevarans.
fyrr kundu verða drignir frá vanligum lønarinntøkum (A-inntøkum), eru avtiknir. Sum dømi kunnu
verða nevndar rentuútreiðslur av privatum lánum, ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald.
Samstundis sum nevndu frádráttir vórðu avtiknir, varð nýggj lóggáva samtykt, so borgarin nú hevur
møguleika at søkja um stuðul til umrøddu útreiðslur.
37 Einstøk frávik eru tó framvegis, eitt nú útreiðslur, sum dagrøktarar hava í sambandi við virksemi sítt.
Sí rundskriv nr. 6 frá 16. juni 1992 um samsýning til kommunala og privata dagrøkt, har sagt verður
frá, at Líkningarráðið hevur samtykt, at 1/3 av samsýningini er at rokna sum útreiðslur, ið standast av
røktini.
1...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...284
Powered by FlippingBook