Føroyskur skattarættur - page 91

91
gjaldari, sum var við donskum verjuskipi, kom ikki undir ásetingarnar í § 25b í
skattalógini. Landsskattakærunevndin gav skattgjaldaranum viðhald í tí, at hann
kom undir § 25b í skattalógini, av tí at hann var mynstraður við donskum verjuskipi,
sum eisini virkar sum bjargingarskip.
Nú kemur eisini øll inntøka fyri arbeiði uttanlands undir § 25b í Skattalógini uttan
tær inntøkurnar, sum koma undir § 15, stk. 4 í norðurlendska tvískattasáttmálanum
(samsýning fyri arbeiði umborð á flogførum og fiskiskipum).
5.1.9. Valutakursvinningur ella valutakurstap av fíggjarkrøvum og
skuld
Valutakursvinningur ella valutakurstap av fíggjarkrøvum og skuld,
ið hava
samband við skattgjaldarans vinnuvirki
, verða tikin við í skattskyldugu inntøk­
una tað árið, vinningurin er staðfestur, og tapið er goldið. Tað er ásett í § 6,
stk. 6 í kapitalvinningsskattalógini, at uppgerðin skal verða gjørd eftir áset­
ingunum í skattalógini og ikki eftir ásetingunum í kapitalvinningsskattalóg­
ini. Vert er at geva gætur, at valutakursvinningur skal verða inntøkuførdur, tá
hann er
staðfestur
, og at tapið kann verða drigið frá, tá tað er
goldið
.
Kravið, at valutakursvinningurin ella valutakurstapið skal hava samband við
skattgjaldarans vinnuvirki, merkir, at talan skal vera um slíkan vinning ella
slíkt tap, sum t.d. stendst av sølu til útlond ella av lántøku uttanlands, og at
lánið hevur beinleiðis samband við vinnuliga raksturin ella vinnuligar íløgur
hjá skattgjaldaranum.
5.1.10. Sølupeningur fyri „goodwill“ og aðrar immateriellar ognir.
§ 35a í skattalógini ásetur, at sølupeningur fyri „goodwill“ og aðrar immater­
iellar ognir, sum verða nýtt vinnuliga, skulu verða inntøkuførd søluárið.
Aðrar immateriellar ognir kunnu t.d. vera mjólkarkvotur.
Í kærumálum hava spurningarnir stungið seg upp um, hvat hugtakið good­
will fevnir um, og hvussu virðið á goodwill skal verða ásett.
Tað tykist vera semja um, at í skattligum høpi fevnir hugtakið goodwill serliga
um tvey fyribrigdi: virðið á fjøldini av viðskiftafólki og meirvirðið á virkinum
í mun til tað bókaða virðið. Ein avleiðing av hesum má so eisini vera, at good­
will einans kann vera knýtt at vinnuligum virki, antin tað er persónliga rikið
ella í felagsformi, men at goodwill neyvan kann vera knýtt at løntakara.
Skattliga virðið á goodwill hevur sum
leiðbeinandi meginregla
verið ásett at
1...,81,82,83,84,85,86,87,88,89,90 92,93,94,95,96,97,98,99,100,101,...284
Powered by FlippingBook