Føroyskur skattarættur - page 98

98
Sum eitt alternativ ber nú til at lata leiguinntøku, ið stavar frá útleigan av
húsum v.m. til bústaðarendamál, verða bruttoskattaða við 25%, men einans
av tí partinum av inntøkuni, sum fer upp um 24.000 kr. um árið. Hvør
persónur hevur bert rætt til ein frádrátt á 24.000 kr., eisini um hann eigur
fleiri bústaðir. Eiga persónar í felag hús v. m., ið verða leigað út, kann frá­
drátturin til samans ikki fara upp um 24.000 kr. Einans inntøka av útleigu til
bústaðarendamál kann verða skattað á henda hátt.
5.1.16. Handil við fremmandum gjaldoyra
Endamálið við at handla við fremmandum gjaldoyra er at vinna inntøkur.
Hetta virksemið (eisini kallað terminsavtalur) er, at eitt ávíst útlendskt gjald­
oyra verður keypt ella selt til ávíst gangvirði (kurs) at verða latið ein framm­
anundan ásettan dag í framtíðini. Gangvirðið (kursurin) á gjaldoyranum
henda dagin ger av, um hin handlandi hevur vinning ella tap av handlinum.
Slíkt virksemi kann vera ein vanligur partur av vinnuliga virkseminum hjá
bankum og øðrum fíggjarfyritøkum og gongur tí inn í uppgerðina við skatt­
skyldugu inntøkuni hjá slíkum virkjum.
Stórur ivi hevur fyrr valdað í Føroyum um, hvussu aðrir skattgjaldarar skulu
verða viðgjørdir viðvíkjandi hesum virksemi. Uppfatanin hjá skattavaldinum
er, at talan er um inntøku av tilfallandi vinnu, ið kann verða samanborin við
inntøku av happadrátti og øðrum eydnuspæli sambært ásetingini í § 25, nr.
5 í skattalógini. Hetta verður grundgivið við, at tilvildin er høvuðseyðkennið
fyri hesar inntøkur, tí skattgjaldarin hevur so lítla ávirkan á úrslitið.
Inntøkurnar skulu tí verða gjørdar upp sum nettoinntøkur skilt á tann hátt,
at tað einans eru rakstrarútreiðslur og/ella tap av hesum virksemi í sama
inntøkuári, ið kunnu verða drignar frá í inntøkuuppgerðini. Við øðrum
orðum skulu inntøkur og tap av gjaldoyrahandlum verða gjørd upp fyri hvørt
árið sær. Nettovinningurin fyri árið er skattskyldugur, men hall/tap, sum ikki
rúmast sum frádráttur í vinningi sama árið, kann ikki verða flutt til frádrátt í
aðrari inntøku ella verða flutt fram sum hall/tap í seinni árum.
Ógvuliga nógv kærumál hava verið viðgjørd í 1990-árunum.
Í
dómi frá 27. september 2002 sigur Eystari landsrættur,
at marknaðurin fyri
handli við fremmandum gjaldoyra er torgreiddur, og at møguleikarnir fyri
vinningi og tapi eru ógvuliga óvissir. Roknast má tí við, at tað krevst stórt
innlit í nógv marknaðarviðurskifti og neyvt eftiransni við marknaðartilgongd­
ini fyri at kunna arbeiða yrkisliga á hesum øki. Tí helt landsrætturin, at hesi
viðurskifti tala fyri, at ein fortreyt, fyri skattliga at góðkenna slíkt virksemi
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...284
Powered by FlippingBook