102
inntøkuuppgerðin fyri eitt styttri tíðarskeið enn eitt ár, verður útroknaða
skattskylduga inntøkan umroknað soleiðis, at hon svarar til eina heilársinn-
tøku svarandi til 365 dagar. Tá slík umrokning verður gjørd, skulu bæði inn-
tøkur og møguligir frádráttir verða tikin við. Umrokning til heilársinntøku
hevur ikki elvt til nógvar kærur.
Landsskattanevndin
hevur havt spurningin til viðgerðar í hesum málum: 23/1990,
6/1995, 8/1995 (henda avgerðin er umrødd niðanfyri) og 47/1996.
Feløg og aðrir løgfrøðiligir skattgjaldarar kunnu fyrsta roknskaparskeiðið
hava inntøkuár, sum eru longri ella styttri enn álmanakkaárið og seinni rokn
skaparár, sum ikki fella saman við álmanakkaárinum
47
. Slíkir skattgjaldarar
skulu í seinasta lagi 1. juli lata inn sjálvuppgávu fyri tað inntøkuár, sum fellur
saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan.
5.1.19. Hvat inntøkuár skal ein inntøka verða inntøkuførd?
Tað kann bera á, at ivi er um, hvat inntøkuár ein inntøka skal verða inntøku-
førd. Ivi er sjáldan um A-inntøkur, tí rætturin til eina A-inntøku og skyldan
at rinda somu A-inntøku vanliga eru samanfallandi í tíð. Skattalógin sigur í §
28, at løn og onnur samsýning sambært starvssáttmála millum arbeiðsgevara
og løntakara, sum
liður í vanligu arbeiðsgongd
arbeiðsgevarans, og sum fellur
til gjaldingar aftaná avvarðandi vinnuskeið, er skattskyldug í tí inntøkuári,
hon er
útgoldin
. Er lønin ella samsýningin ikki útgoldin seinast í tí álmanakka
ári, sum kemur beint aftaná tað álmanakkaár, har løntakarin hevur vunnið
endaligan rætt til hennara, skal hon tó verða tikin við sum skattskyldug inn-
tøka í hesum seinna álmanakkaárinum. Heldur full skattskylda til Føroya
uppat fyri tað, skulu nevndu inntøkur verða inntøkuførdar tá.
Í
máli nr. 8/1995
hjá
Landsskattanevndini
var til viðgerðar umrokning viðvíkjandi
heilársinntøku og spurningurin, nær frítíðarløn skuldi verða inntøkuførd hjá einum
skattgjaldara, sum flutti til Danmarkar 31. mars í 1993. Í skattauppgerðini fyri 1993
hevði líkningarvaldið tikið við frítíðarlønir, sum vóru innvunnar ávikavist í 1992 og
í 1993, upp í uppgerðina við skattskyldugu inntøkuni fyri 1993. Frítíðarlønin vunn
in í 1992 varð útgoldin 2. mai í 1993, og frítíðarlønin vunnin í 1993 varð útgoldin
2. mai í 1994 sambært galdandi ásetingum fyri at gjalda frítíðarløn. Skattgjaldarin
mælti ímóti, at frítíðarlønirnar vóru tiknar við í umrokningargrundarlagið, og segði,
at tær áttu at verið lagdar aftur at umroknaðu inntøkuni fyri tíðarskeiðið 1. januar til
31. mars í 1993.
47 Eftir § 21, stk. 3 í skattalógini kann fyrsta roknskaparskeið vera 18 mánaðir. Tað kann tó ikki røkka
aftur um 1. januar í tí álmanakkaári, felagið er stovnað, og ikki vera meira enn tvey álmanakkaár.