95
Sum grundgeving fyri síni avgerð gav Skatta- og avgjaldsnevndin m.a. til kennar, at
tá ið gjørt skal verða av, um talan er um vinnuligt virksemi ella ikki, er neyðugt við
eini
ítøkiligari
meting, har øll viðkomandi viðurskifti verða tikin við. Og at fremsta
eyðkenni við vinnuligum virksemi má sigast at vera, at talan skal vera um støðugan
rakstur, sum verður rikin við vinningi fyri eyga.
Skatta- og avgjaldskærunevndin legði dent á, at skattgjaldarin leyk tær fakligu
fortreytirnar fyri at reka virksemið, at hann arbeiddi burturav við hesum virksem
inum, at hann hevði royndir á økinum, at hann hevði tey kravdu loyvini at reka
virksemið, og at virksemið vaks hvørt árið, hóast raksturin hevur givið hall øll árini
frá 1997 til 2002.
Nevndin segði, at tølini kunnu ikki standa einsamøll í einari slíkari meting, og vísti
á, at skattgjaldarin hevði greitt frá orsøkunum, at útreiðslurnar hava verið stórar,
t.d., marknaðarkreppuna, sum gjørdi, at áhugin at keypa minkaði nógv, og at hann
í hesum sambandi mátti átaka sær stórar útreiðslur. Og at skattgjaldarin hevði sagt,
at hann nú legði seg meira eftir nýggjum vørum, men at tað varð longur at selja
hesar vørur enn aðrar vørur.
Í síni niðurstøðu sigur Skatta- og avgjaldskærunevndin, at tað er greitt, at eitt virk
semi, sum gevur hall ár eftir ár, ikki í óavmarkaða tíð kann varðveita sína støðu sum
vinnuligt í skattligum høpi. Soleiðis er eisini við virkseminum hjá hesum skatt
gjaldara. Men
tá
talan er um eina nýggja vinnu í Føroyum, sum má sigast at vera
kapitalkrevjandi, og sum er drúgv at byggja upp,
tá
skattgjaldarin má sigast at hava
fakligu fortreytirnar fyri at reka hetta virksemið og nýtir so gott sum alla sína tíð til
hetta,
tá
hallið í ávísan mun kann sigast at standast av trupulleikum í marknaðinum,
og
tá
tað ikki er ósannlíkt, at virksemið fer at bera seg eftir rímiligari tíð, helt nevnd
in, at tað var ov tíðliga at siga, at talan ikki er um vinnuligt virksemi.
Ivin, um talan er um vinnu ella ítriv, hevur í Føroyum higartil serliga gjørt
seg galdandi við ávísum vinnugreinum, t.d. landbúnaði, útróðri, útleigu av
fastogn og handlum við fremmandum gjaldoyra (terminsavtalur).
5.1.13. Landbúnaður
At reka landbúnað er sjálvstøðugt virksemi. Í Føroyum er ikki óvanligt at
hava seyðahald umframt høvuðsstarv í aðrari vinnugrein. Um slíkt virksemi í
skattahøpi verður roknað sum vinna ella ítriv, veldst um eina ítøkiliga meting
viðvíkjandi virkseminum sambært teimum leiðreglum, sum umrøddar eru
omanfyri viðvíkjandi spurninginum um vinnu ella ítriv.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
hevur tikið fleiri avgerðir í kærumálum, um
landbúnaðurin hevur verið vinnuliga rikin ella ikki. Tað sæst, at allar avgerð
irnar eru tiknar aftaná at hetta virksemi er ítøkiliga lønsemismett.