Føroyskur skattarættur - page 104

104
peningsvirði. Lógin nevnir
48
, at inntøkuført skal t.d. verða tað at nýta fastogn
ella leysafæ ókeypis og virðið á vørum og framleiðslum, sum skattgjaldarin
hevur tikið út úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til
gávu. Somuleiðis skal verða inntøkuførdur tann parturin av útreiðslunum, sum
svarar til eginnýtsluna fyri t.d. bil, telefon, ljós og hita, tá útreiðslurnar eru
hildnar til bæði privata og vinnuliga nýtslu. Meginreglan er, at skattgjaldarin
sjálvur skal gera eina neyva meting um, hvussu nógv er nýtt privat, og hvussu
nógv er nýtt vinnuligt. Toll- og skattaráðið ásetur tó á hvørjum ári leiðbeinandi
minstuupphæddir av
eginnýtslu
av vørum hjá keypmonnum, bakarum, bakar­
um við keypmansvørum og privatari nýtslu viðvíkjandi hýruvognum.
Tað eru rættiliga nógvar avgerðir í kærumálum, sum staðfesta, at fríir ágóðar skulu
verða inntøkuførdir sum skattskyldug inntøka. Eitt dømi um slíka er
avgerð frá
7.12.1999 (j. nr. 99S02-0004)
hjá
Landsskattakærunevndini,
sum gav líkningarvald­
inum viðhald í, at skattgjaldarin skuldi inntøkuføra virðið á fríum hita, el og telefon.
Sum dømir um avgerðir, sum staðfesta, at virðið á fríum akfari skal verða inntøku-
ført sum skattskyldug inntøka, kann vísast á
avgerðir hjá Skatta- og avgjalds­
kærunevndini frá ávikavist 10.03.2003 (j. nr. 01S02-0018) og 16.06.2004 (mál nr.
03-02-21-13 og 03-02-23-7).
Hóast § 25, stk. 1, nr. 4 ásetur, at tað er
nýtslan
av fastogn og leysafæ o.t., sum skal
inntøkuførast sum fríir ágóðar, hevur Skatta-og avgjaldskærunevndin í
avgerð frá 23.
januar 2012 (j. nr. 11/00146)
staðfest avgerð hjá TAKS um, at ein skattgjaldari
hevði skyldu til at inntøkuføra sum frían ágóða
ræðisrættin
yvir einum summar­
bústaði. Skattgjaldarin legði málið fyri Føroya rætt, sum hinvegin gav skattgjald­
aranum viðhald í, at tað
einans er nýtslan
, sum skal inntøkuførast. (Skattgjaldarin var
sjúkur, tá málið varð dómsviðgjørt í Føroya rætti og hevði tí ikki møguleika fyri at
føra prógv fyri, at hann ikki hevði nýtt summarbústaðin í øllum tíðarskeiðinum,
bústaðurin hevði verið tøkur at nýta.)
Toll- og skattaráðið ásetir somuleiðis á hvørjum ári vegleiðandi upphæddir
fyri ókeypis at nýta
(fríar ágóðar)
bústað, kost, el, olju, telefon og akfør.
5.1.21. Serstøk viðurskifti viðvíkjandi innløgu
Tað kann vera áhugavert at kanna, um serstøk viðurskifti, sum ein skattgjald­
ari kann koma í í lívi sínum, elva til krav um inntøkuføring sambært skatta-
lógina. Niðanfyri verða nøkur av hesum serstøku viðurskiftum umrødd.
5.1.21.1. Sparingar
Vanliga fatanin er, at tann búskaparligi fyrimunurin, sum ein skattgjaldari
fær við at spara, ikki skal verða inntøkuførdur sum skattskyldug inntøka.
48 Skattalógin § 25, nr. 4) og § 26.
1...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...284
Powered by FlippingBook