107
Nú ásetur § 7 í kapitalvinningsskattalógini, at vinningur ella tap við eftir
geving, fyrning, samanrenning (konfusjón), fyrilokan (præklusjón) av skuld
og orsakað av neyðskuldarsemju og sjálvbodnari skuldarsemju verður roknað
ur við í skattskyldugu upphæddina,
í tann mun skuldin verður niðurskrivað
niður um kursvirðið á kravinum fyri kravánara, tá skuldin varð eftirgivin v.m.
Vinningur og tap við innfrían ella frígeving av skuld skulu altíð roknast við í
skattskyldugu inntøkuna eftir kapitalvinningsskattalógini. Hetta óansæð,
hvussu innfríanin ella frígevingin av skuldini er farin fram, ella hvussu ella
við hvørjum endamáli, skuldin er stovnað. Tó er ein ávísur munur, tá talan er
um lækking av framførarbærum halli eftir § 33, nr. 5 í skattalógini (sí
niðanfyri). Reglurnar eru galdandi fyri allar einstaklingar og feløg v.m., ið
koma undir § 2 í kapitalvinningsskattalógini og eru galdandi bæði fyri skuld
í donskum krónum og útlendskum valuta.
Skuldareftirgeving fyriliggur, tá kravánari og skuldari gera eina avtalu um
eftirgeving av allari ella part av skuldini hjá skuldara. Tá gerast skal av, um
eftirgevingin av skuldini er skattskyldug ella ikki, hevur tað ongan týdning,
um talan er um einstaka eftirgeving (singulær ordning), ella talan er um eina
avtalu um alla skuldina hjá skuldara (frivillig akkord). Avgerandi er, um
krøvini hjá kravánaranum verða niðurskrivað niður um virðið fyri hann, tá
eftirgevingin fer fram. Hetta hevur heldur ikki týdning, tá talan er um
lækking av framfluttum halli eftir § 33, nr. 5 í skattalógini. Verður kravið
niðurskrivað til virðið fyri kravánaran, er eftirgevingin ikki skattskyldug. Tó
skal eitt møguligt
ikki nýtt hall lækkast
sambært § 33, nr. 5b í skattalógini.
Fyriliggur ein skuldareftirgeving, har kravið verður niðurskrivað til niður um
virðið fyri kravánaran, tá eftirgevingin fer fram, skal skuldarin skattast av
muninum millum virðið á kravinum fyri kravánaran og tað, sum kravið er
niðurskrivað til. T.d. um eitt krav, nom. kr. 100 fyri kravánara, hevur eitt
virði upp á kr. 50, men verður niðurskrivað til kr. 20, er skattskylduga inn
tøkan kr. 30. Tað virðið fyri kravánara, ið her er talan um, er tað, sum hann
hevði fingið, um skuldari hevði realiserað øll aktiv, og útlutan til kravánararnar
var farin fram eftir konkursordanum.
Tað kann vera trupult at áseta virðið á kravinum fyri kravánaran, serliga tá
talan er um skuldareftirgeving v.m. til nærstandandi hjá kravánara. Verður
ein avtala um eftirgeving gjørd við triðjamann, má roknast við, at kravánarin
ikki niðurskrivar kravið niður um virðið á kravinum fyri kravánaran. Slíkar
avtalur millum óheftar partar mugu tí sum meginregla góðtakast. Verður slík
avtala gjørd millum nærstandandi ella partar í áhugafelagsskapi, vil tað oftari
henda, at talan er um skattskylduga, ella partvíst skattskylduga, eftirgeving.