Føroyskur skattarættur - page 110

110
1. Vinningur av at selja ognir.
2. Ognarvøkstur og ognarminking, sum stava frá ávikavist hækkandi ella
lækkandi konjunkturum (virðisvøkstur- ella minking, uttan at ognirnar
skifta eigara).
3. Útgoldin lívstryggingarpeningur og onnur tryggingarendurgjøld, tá
endurgjaldið er ikki latið sum tíðarviss gjøld ella sum endurgjald fyri
mista inntøku.
4. Endurgjald frá arbeiðsgevara til starvsfólk fyri útreiðslur av starvinum.
5. Vinningur av burturluting o.a.
6. Virði av vistarhaldi hjá sjófólki við skipi.
7. Studningur frá tí almenna til lesandi og lærlingar.
8. Ávísir fríir ágóðar.
9. Gávur millum hjúnafelagar og nærskyld í beinari uppgangandi og niður-
gangandi linju.
10. Arvur.
11. Virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands.
12. Privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, telefon og telesamskifi, sum
arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í sambandi við arbeiði.
Við gildi frá inntøkuárinum 2007 er innsett nýggj § 29b í skattalógina, sum
ásetur, at árligar samsýningar upp í 15.000 kr. (við virknaði frá 1. januar í
2013 hækkað til 30.000 kr.) til hjálparfólk í ítróttinum, skulu ikki verða inn-
tøkuførdar. Fer árliga samsýningin upp um hesa upphædd, skal hon tó verða
inntøkuførd í fullum vavi.
Árliga skattafría samsýningin 30.000 kr. kann ikki verða hækkað, arbeiðir
hjálparfólkið t.d. fyri fleiri ítróttafeløg ella hevur fleiri uppgávur fyri eitt
ítróttafelag, eitt nú venjari hjá fleiri liðum. Hjálparfólkið kann ikki samstundis
fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7 í skattalógini (t.d. endurgjald fyri at
koyra í egnum akfari ella nýta egna telefon) fyri ítróttavirksemi uttan so, at
talan er um ferðing uttanlands í slíkum arbeiðsørindum.
Ítróttafelag, sum rindar samsýningar av hesum slag, skal rinda tær um
góðkent avrokningarstað, sum landsstýrið hevur góðkent við einum serligum
V-tali, sum felagið fær tillutað frá TAKS.
5.1.23. Vinningur av at selja ogn
Tá ein ogn verður avhend fyri eina størri peningaupphædd, enn hon varð
útvegað fyri, er hon seld við vinningi. Verður ognin hinvegin avhend fyri minni
1...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...284
Powered by FlippingBook