101
skipabyggingina, tí øll árini, til skipini vórðu seld á tvingsilssølu, høvdu
partsreiðararnir nýtt sín fulla avskrivingarrætt og so statt havt inntøku av at gjalda
minni skatt enn annars.
Í máli hjá
landsskattakærunevndini frá 14.12.1998 (j. nr. 98S01-0049)
var til
viðgerðar, um tað at yvirtaka vørugoymslu var gáva ella ikki.
Skattgjaldarin hevði yvirtikið vørugoymslu frá pápa sínum, sum var sjálvstøðugt
vinnurekandi. Talan var um hálvfabrikata, sum skattgjaldarin síðan gjørdi liðugt og
seldi. Skattgjaldarin kærdi um, at Toll- og Skattstovan setti hann í skatt av søluvinn
ingi av hesum vørum og vísti á, at hann hevði fingið vørurnar sum gávu frá pápa
sínum, og at hann tí ikki átti at skatta av at selja sínar ognarlutir. Landsskattakæru
nevndin viðmerkti, at tá talan er um at yvirtaka vørugoymslu, sum hevur verið part
ur av goymslu hjá einum vinnuvirki, og skattgjaldarin ger vøruna lidna og selur
hana, er talan um partvísa yvirtøku og framhald av vinnuvirki, har avlopið er skatt
skyldug inntøka. Landsskattakærunevndin gav til kennar, at hóast skattgjaldarin
hevði fingið vøruna ókeypis frá pápa sínum, hevði hetta ikki við sær, at vinningurin
av at selja lidnu vøruna verður skattafríur.
Landsskattakærunevndin ásannaði, at talan var um gávu frá pápa til son, og at slíkar
sum útgangsstøði ikki eru skattskyldugar hjá móttakara sambært § 29, nr. 3 í skatta
lógini, og at talan var um part av umferðaognunum í virkinum hjá pápanum, sum
sonurin yvirtók og gjørdi lidna og seldi.
Avgerðin má verða mett at vera røtt, tí pápin hevði eisini verið skattskyldugur av
slíkum vinningi, um hann sjálvur helt fram við virkinum.
Sí eisini
Landsskattanevndarmál 74/
1994, har til viðgerðar var spurningurin, um ein
veiting var gáva ella arvur.
5.1.18. Nær skal ein innløga verða inntøkuførd?
Hesin spurningur verður eisini svaraður í § 25 í skattalógini, har sagt verður,
at tað er innløgan í „inntøkuárinum“, sum skal verða inntøkuførd. Sipað
verður her til tað, sum ásett er í § 24 í skattalógini, um inntøkuárið, har ásett
er, at inntøkuárið merkir tað roknskaparskeið, sum hin skattskylduga inn-
tøkan er vunnin
46
.
Inntøkuárið hjá persónum er álmanakkaárið fyri ta endaligu álíkningina. Er
46 Eitt undantak frá hesi meginreglu er ásetingin í § 25, nr, 6 í skattalógini viðvíkjandi íløgustudningi frá
ítøkiliga nevndum grunnum, sum skal verða inntøkuførdur yvir eitt 20 ára tíðarskeið, sum byrjar tað
árið, studningurin er fingin. Móttakarin ger sjálvur av, hvussu stórur partur av studninginum verður
inntøkuførdur hvørt árið.