Føroyskur skattarættur - page 97

97
an hjá bátinum hevði verið heldur lág, og raksturin bara eitt ár hevði givið vinning.
Í seinna málinum var grundgevingin, at kravið, at virksemið skal vera rikið regluliga
og støðugt, var ikki lokið.
Í avgerð frá
18.05.2005 (mál nr. 05-03-31-25)
broytti
Skatta- og avgjaldskærunevnd­
in
avgerð hjá Toll- og skattstovuni ikki at rokna
hummaraveiðu
sum vinnuligt virk­
semi. Kærarin hevði í 2001 fyri 45.000 kr. keypt bát og fiskiútgerð til hummara-
veiðu. Kærarin, sum eisini rak lastbilakoyring í einum partafelag, ætlaði at samskipa
raksturin av hesum vinnum við tí fyri eyga at hava nóg mikið av arbeiði alt árið, so
hann burturav kundi liva av hesum samanlagda virksemi. Hummaraveiðan hevði tó
givið hall og hevði tí ikki kunnað forrentað tær íløgur, sum høvdu verið gjørdar í
henda partin av virkseminum.
Skatta- og avgjaldskærunevndin viðmerkti, at avreiðingartølini í 2001-2003 –
umframt tað, at hummaraveiðan ikki var høvuðsvinna ella høvuðsinntøkukelda hjá
kæraranum – ikki einsamøll kundi verða nýtt at taka avgerð um, hvørt talan var um
vinnuligt virksemi ella ikki. Tí vánaligt úrslit kann standast av, at tað gerst drúgt at
fáa eina vinnu í gongd ella av, at alt hevur gingist illa, hóast roynt er á besta hátt.
Neyðugt er tí eisini at hyggja at, hvat er gjørt fyri at skapa inntøku og at forrenta tær
íløgur, sum eru gjørdar í virksemið (hvussu „intensivt“ virksemið er rikið). Í hesum
máli helt nevndin, at møguleiki skuldi verið at rikið hummaraveiðu vinnuliga við
einari íløgu, sum er 45.000 kr., einari kvotu sum er 2.500 kg og einum søluprísi,
sum er 75 kr./kg.
Nevndin kundi staðfesta, at kærarin í tíðarskeiðinum, frá tí at vinnan byrjaði 1.
oktober í 2001 og fyrsta hálvár í 2003, rak veiðuna nøkulunda støðugt og „inten­
sivt“. Seinna hálvár í 2003 var heldur óstøðugt. Upplýsingar bendu tó á, at talan
hevði verið um byrjanartrupulleikar og tillagingartíð, sum ofta er neyðug, tá farið
verður undir nýtt virksemi. Av hesum helt Skatta- og avgjaldskærunevndin, at tað
við roknskapunum fyri 2001 – 2003 sum grundarlagi ikki bar til at siga, at kærarin
ikki hevði ætlanir um at reka bátin vinnuliga, ella at virksemið ikki var vinnuligt.
Heldur bendu tølini á, at ætlanin hevði verið at rikið vinnuligt virksemi, men at
veiðan grundað á ymisk viðurskifti hevði svikið.
5.1.15 Inntøkur av at leiga út fastogn
Inntøka av at leiga út fastogn kann vera sjálvstøðugt vinnuvirksemi, og slík
inntøka er tá B-inntøka. Men eisini í hesum føri kann ivi vera, hvørt talan er
um vinnu ella ítriv, serliga tá eigarin sjálvur eisini brúkar ognina. Eisini í
hesum førum kann tí vera neyðugt at gera ítøkiliga lønsemismeting viðvíkj­
andi virkseminum, soleiðis sumtvær avgerðir hjá
Skatta- og avgjaldskærunevnd­
ini
frá 2003 vísa. Talan er um avgerð frá
10.03.2003 (j. nr. 01S01-0119)
summarhúsútleigan
og avgerð frá
29.10.2003 (j. nr. 03-02-23-4) íbúð í
Danmark.
1...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...284
Powered by FlippingBook