Føroyskur skattarættur - page 87

87
5.1.4. Fyribilsskattaskráin
Toll- og skattaráðið skipar fyri og umsitur skattgjaldaraskrá, sum myndar
grundarlagið undir tí tilfari, ið fyribilsskattaskrásetingin verður gjørd eftir. Í
hesi skrá verða tær upplýsingar skrásettar, sum fyri hvønn skattgjaldara sær
mynda grundarlagið undir fyribilsskattgjaldingini. Skrásetingin kann verða
broytt, tá umstøðurnar broytast, eitt nú tí væntaða inntøkan broytist, ella
væntaður frádráttur broytist ella fellur burtur. Bæði skattgjaldarin og skatta­
valdið kunnu taka stig til slíkar broytingar.
Samtíðarskattaskipanin elvir av og á til óhepnar støður, tá fyribilsskattaskrásetingin
ikki hevur verið røtt í einum inntøkuári. Slíkar støður kunnu elva til kærumál, tá
t.d. ein frádráttur av órøttum hevur verið skrásettur við teirri avleiðing, at avvarð­
andi skattgjaldari við endaligu álíkningina fær útskrivaðan írestandi skatt. Úrslitið av
slíkum kærumálum hevur higartil verið, at tann endaliga álíkningin kemur at standa
við, hóast ábyrgdin fyri skeivu fyribilsskrásetingini liggur hjá skattavaldinum.
Sum dømi um slík kærumál kann verða víst á
avgerð hjá Landsskattakærunevndini frá
13.03.2000, j. nr. 99S02-0013
, har skattavaldið hevði ábyrgdina av, at ein eftirlønar­
frádráttur av órøttum var skrásettur eitt inntøkuár í fyribilsskránni, sum hevði við
sær krav umírestandi skatt, tá endaliga álíkningin varð gjørd. Landsskattakærunevndin
staðfesti álíkningina, men gjørdi samstundis vart við, at hon í hesum sambandi ikki
hevði tikið støðu til, um kravið sambært øðrum reglum, eitt nú kravarættarligum
reglum, átti at falla burtur.
Í
avgerð frá 14.02.2002, j. nr. 20S01-0102 hjá Landsskattakærunevndini
varð enda­
liga álíkningin staðfest, sum hevði við sær, at avlopsskattur skuldi verða afturrind­
aður, hóast tað kundi staðfestast, at orsøkin til mistakið var edv-villa hjá skattavald­
inum. Landsskattakærunevndin viðmerkti eisini í hesum máli, at hon hevði ikki
tikið støðu til, um kravið hjá skattavaldinum um írestandi skatt og rentur var mist av
øðrum kravarættarligum orsøkum, sum t.d. óvirkni ella, at skattgjaldarin í góðari
trúgv hevði móttikið og brúkt sín avlopsskatt. Landsskattakærunevndin vísti á, at
hesir spurningar koma ikki undir hennara virkisøki sambært § 24 í lógini um toll-
og skattafyrisiting, og at kæra um hesar spurningarnar kunnu verða lagdir fyri lands­
stýrismannin.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
gav í
avgerð frá 19.01.2005, mál nr. 04-02-21-27
ein­
um kærara viðhald í tí, at tað ikki bar til hjá skattavaldinum at rokna rentur av
fyribils B-skatti, sum hann so statt ikki skyldaði sambært endaliga álíkning. Skatt­
gjaldarin hevði í fyribilsskránni fyri 2003 verið skrásettur við hægri B-inntøku enn
uppgivið á sjálvuppgávuni fyri 2003. Endaliga álíkningin hevði tí við sær, at hann
hevði rætt til avlopsskatt. Hóast hetta hevði skattavaldið kravt hann eftir rentum av
ov seint inngoldnum B-skatti, sum hann hevði verið skrásettur við í fyribilsskatta­
skránni fyri 2003.
1...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...284
Powered by FlippingBook