Føroyskur skattarættur - page 80

80
4.5.7. Skattligt sambúgv
Hóast hjún nú skulu verða sett í skatt hvørt sær, eru framvegis ásetingar í
skattalógini, nær hjúnafelagar eru sambúgvandi. Talan er um sambúaslit frá
somu løtu, sundurlesing ella skilnaður fer fram. Hava hjún slitið sambúgv
uttan at talan er um sundurlesing ella skilnað, verður sambúgvið skattliga
mett sum uppathildið seinast í tí inntøkuári, tá sambúgvið helt uppat. Tá
hjún eftir at hava slitið sambúgv gerast sambúgvandi aftur, verða tey frá somu
stund eisini skattliga mett sum sambúgvandi. Fellur full skattskylda burtur
hjá øðrum ella báðum hjúnafelagum, verður sambúgvið skattliga mett sum
uppathildið, tá ið skattskyldan fellur burtur.
At hjúnafelagarnir hava sambúgv og fulla skattskyldu er, sum nevnt frammanfyri, treytin fyri at uppgerðin viðvíkjandi inntøkum av sjálvstøðugum vinnuvirki, teir reka í felag og uppgerð viðvíkjandi inntøku, sum annar hjúna­
felagin hevur av starvi hjá hinum, kann verða gjørd sambært ásetingum í
kunngerð við heimild í § 4, stk. 3 í skattalógini.
Um hjúnafelagar hava sambúgv ella ikki, kann eisini vera týdningarmikið í
sambandi við avgerð um skattskyldu til Føroya eftir § 1 í skattalógini í sam-
bandi við flyting til Føroya og flyting úr Føroyum.
4.5.8. Upplýsingar frá skattavaldinum um inntøkuna
og skattaútrokningina hjá hinum hjúnafelaganum
Eftir § 109 í skattalógini hevur líkningarvalið skyldu til at lata hjúnafelaga
fáa upplýsingar um inntøkuna og skattaútrokningina hjá hinum hjúnafelag­
anum, tá biðið verður um tað. Slíkur tørvur kann serliga hugsast at vera, tá
hjún hava slitið sambúgv.
Hjúnafelagi ábyrgist ikki fyri skattakrøv móti hinum hjúnafelaganum, sum
álíknað eru av inntøkum, ið vunnar eru 1. januar í 1998 ella seinni.
4.6. AT SKATTA BØRN
Meginreglan er eftir § 5, stk. 1 í skattalógini, at børn verða sett sjálvstøðugt í
skatt av allari inntøku síni
34
. Skattskyldan byrjar, tá ið barnið er føtt. Børn
34 Fram til 1. januar í 1999 var barnaeftirlønarviðbót, eitt nú eftir § 14, stk. 1 í tænastumannaeftirlønarlóg­
ini løgd aftur at inntøkuni hjá barninum. Líkningarvaldið broytti mannagongd við gildi frá 1. januar í
1999, so einans tær eftirlønir, viðbøtur o.a., sum barnið hevur løgfrøðiligan ognarrætt til, skulu inn-
1...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...284
Powered by FlippingBook