Føroyskur skattarættur - page 72

72
4.2.12. Vinningsbýti/rentuinntøkur
Her skal í stuttum verða endurtikið, at við ígildissetanini av kaptialvinnings­
skattalógini hava einstaklingar og løgfrøðiligir persónar (og eftir umstøð­
unum eisini deyðsbúgv, sum eru undir skiftisviðgerð uttanlands), avmarkaða
skattskyldu av vinningsbýti ella avhendingarupphæddum eftir § 5 í kapital-
vinningsskattalógini og møguliga eisini av rentuinntøkum úr Føroyum í sam-
bandi við virksemi frá føstum rakstrarstaði (frá føroyskari inntøkukeldu).
Skatturin av vinningsbýti/rentuinntøkum er fyri einstaklingar og deyðsbúgv
undir skiftisviðgerð uttanlands ásettur til 35% av nettoinntøkuni. Rentuinn-
tøkur hjá øðrum løgfrøðiligum persónum skulu verða tiknar við í uppgerð-
-ina í skattskyldugu inntøkuna, sum verður skattað 18%.
4.2.13. Uppgerð viðvíkjandi inntøkum undir avmarkaðari skattskyldu
Uppgerðin av inntøkum undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya verður
eins og uppgerðin av inntøkum undir fullari skattskyldu til Føroya gjørd
undir einum fyri eitt inntøkuár í senn. Hetta er meginreglan sambært áseting­
ini í § 25 í skattalógini.
Er inntøkuuppgerðin fyri styttri tíðarskeið enn eitt ár, verður útroknaða
skattskylduga inntøkan umroknað, soleiðis at hon svarar til eina
heilársinntøku. Hetta er ásett í § 24, stk. 2 í skattalógini, sum t.d. eisini er
beinleiðis galdandi fyri persónar undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya,
jbr. § 22 í skattalógini.
At inntøkuuppgerðin verður gjørd undir einum, hevur við sær, at til ber at
mótrokna vinning og hall/tap millum tær ymsu inntøkurnar, sum koma
undir avmarkaða skattskyldu til Føroya. Hetta er galdandi fyri einstaklingar,
sum t.d. hava bæði arbeiðsinntøkur, sum verða skattaðar 42% av bruttoinn­
tøkuni og inntøkur av sjálvstøðugum virksemi, sum verða skattaðar eftir stig­
víst hækkandi skattastiga upp í í mesta lagi 50% av skattskyldugu inntøkuni,
tí treytin, at skatta bruttoinntøkuna 42% sambært § 8, stk. 1 í ásetingarlógini,
er, at tann avmarkað skattskyldugi einans hevur A-inntøku í avvarðandi inn­
tøkuári. Í hesum føri verður tí øll inntøkan skattað eftir stigvíst hækkandi
skattastiganum.
Á sama hátt kann vinningur og hall/tap av vinningsbýti og rentuinntøku,
undir avmarkaðari skattskyldu hjá einstaklingi, verða mótroknað eftir § 14 í
kapitalvinningsskattalógini.
1...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...284
Powered by FlippingBook