64
4.2.4. Inntøkur frá
føstum rakstrarstaði
í Føroyum eftir § 2, stk. 1, litra d
í skattalógini
Avmarkað skattskylda eftir hesi áseting krevur, at tað fer fram búskaparligt
virksemi í Føroyum, sum ikki bara er eitt eiti, og at virksemið verður rikið frá
einum føstum rakstarstaði. Kravt verður eisini, at virksemið ikki einans er
fyribils, og at tað verður rikið frá ávísum hølum.
Hugtakið
fastur rakstrarstaður
í føroyskum skattarætti er meinlíkt allýsingini
av hesum hugtaki í tvískattasáttmálafyrimyndini hjá OECD.
Eftir hesum
fevnir
fastur rakstrarstaður serstakliga
um
• stað, haðan virkið verður stjórnað,
• deild,
• skrivstovu,
• verksmiðju,
• verkstað og
• náms-, olju-, ella gasskeldu, grótbrot ella ein og hvønn annan stað, har
náttúruríkidømi verða vunnin.
Hinvegin verður fastur rakstrarstaður
ikki hildin at vera
• tá ið innrættingar bara eru nýttar til at goyma, sýna fram ella flýggja út
vøru hjá virkinum,
• tá ið vøra, sum virkið eigur, bara verður havd á vørugoymslu, til
framsýningarella útflýggingar,
• tá ið vøra hjá virkinum verður havd á vørugoymslu, bara tí at hon skal
verða virkað á øðrum virki,
• tá ið fastur handilsstaður bara verður havdur til at keypa vøru ella savna
saman upplýsingar til virkið,
• tá ið fastur handilsstaður bara verður havdur til slíkt annað virksemi fyri
virkið, ið bara er fyrireikandi ella styðjandi og
• tá ið fastur handilsstaður bara verður havdur til fleiri sløg av virksemi, nevnd
omanfyri um somu tíð, um so er, at virksemið alt á tí fasta handilsstaðnum,
sum kemst av hesum, er fyrireikandi ella styðjandi.
Byggi-, nýgerðar-, innleggingar ella uppsetingar
ætlanir
og virksemi, sum
fevna um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í sambandi
við slíkar ætlanir, ið vara longur enn 30 dagar, koma eisini undir heitið fastur
rakstrarstaður. Føroyar hava tó í tvískattasáttmálum bundið seg til at leingja
dagatalið, sum er 30 dagar fyri slíkum virksemi, áðrenn talan kann vera um
fastan rakstrarstað fyri tílíkt slag av virksemi.