Føroyskur skattarættur - page 61

61
at inntøkan stavar frá virksemi her á landi. Triðja treytin er, at ein arbeiðsgev­
ari, sum hevur heimating í Føroyum, rindar lønina, tí annars er sambært §
61, litra b í skattalógini ikki talan um A-inntøku. Við gildi frá inntøkuár­
inum 2007 er § 61, litra b í skattalógini broytt, so inntøkur goldnar av skatt­
skyldugum við
føstum rakstrarstaði í Føroyum
eftir § 2, stk. 1, litra d ella stk.
3 í skattalógini skulu verða roknaðar sum A-inntøkur, hóast útgjaldarin ikki
hevur heimating í Føroyum.
Hetta elvir til at seta spurningin, nær ein útlendskur arbeiðsgevari hevur
heimating í Føroyum. Hóast hugtakið „heimating“ ikki er gjøllari allýst í
skattalóggávuni, tykist vera natúrligt at halda, at talan er um sama fyribrigdi
sum hugtakið „skattligur heimstaður“.
Umrøðan frammanfyri av skattligum heimstaði hjá løgfrøðiligum persónum
sum treyt fyri at stovna fulla skattskyldu til Føroya staðfesti, at skattligi heim­
staðurin er, har dagliga leiðslan hjá løgfrøðiliga persóninum hevur sítt sæti.
Fyri einstaklingar er skattligi heimstaðurin sum meginregla, har teir hava
bústað. Á hesum grundarlagi tykist tað vera greitt, at treytin, fyri at ein
løgfrøðiligur persónur hevur skattligan heimstað í Føroyum, er, at dagliga
leiðslan eisini hevur sæti í Føroyum, og at treytin, fyri at einstaklingur hevur
skattligan heimstað í Føroyum, er, at hann hevur bústað í Føroyum.
Tað er minni enn so altíð, at útlendskir arbeiðsgevarar í Føroyum lúka hesar
treytir og minni enn so altíð, at starvsfók hjá teimum koma undir fulla skatt­
skyldu til Føroya. Avleiðingin kann í slíkum førum vera, at lønarútgjalding
fyri útint arbeiði í Føroyum ikki kann stovna avmarkaða skattskyldu til
Føroya hjá móttakarum. Eitt annað dømi, um hvørjar avleiðingar hendan
áseting kann fáa fyri skattskylduna, er løntakari, sum ikki hevur fulla skatt­
skyldu til Føroya, og sum uttanlands arbeiðir fyri føroyskan arbeiðsgevara.
Henda inntøka kemur heldur ikki undir avmarkaða skattskyldu til Føroya.
Útlendskir arbeiðsgevarar hava møguleika at rinda lønir gjøgnum fulltrúa við
heimatingi í Føroyum. Hetta sæst av orðingini í § 65 í skattalógini.
Tær veitingar, sum koma undir avmarkaða skattskyldu eftir § 60, stk. 1, nr.
1 í skattalógini eru alt, sum er lagt inn í peningi, og í hesum sambandi frítt
vistarhald og fría ferðing til Føroya og úr Føroyum, fyri persónligt arbeiði í
tænastu, her uppií løn, frítíðarløn, samsýningar, tantiéme, provisión og tí-
líkar samsýningar.
Í
máli nr. 33/1985 hjá landsskattanevndini
var til viðgerðar kæra frá skattgjaldara, at
frítíðarløn, innvunnin í 1984, men útgoldin 25. apríl í 1985, var ávíst um afturhalds
1...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...284
Powered by FlippingBook