Føroyskur skattarættur - page 59

59
Í
avgerð frá 11.12.2000 (j. nr. 20S01-0091) hjá Landsskattakærunevndini
var til
viðgerðar kæra um avgerð hjá Toll- og skattaráð Føroya um ikki at játta umsókn frá
kristiligari samkomu um skattafrælsi av úrslitinum av útleiguvirksemi.
Samkoman átti ein bygning, sum var virðismettur til 13.4 mió. kr. Stívliga 71% av
gólvvíddini vóru leigað út fyri slakar 400.000 kr. árliga. Toll- og Skattstovan hevði
gjørt av, at leiguinntøkan var skattskyldug inntøka eftir § 1, stk. 1, nr. 14 í skattalóg­
ini, tí hon stavaði frá vinnuligum virksemi.
Í 1997 søkti samkoman Toll- og skattaráðið um skattafrælsi eftir § 3, stk. 3 í
skattalógini við teirri grundgeving, at øll leiguinntøkan varð nýtt til alment góðgerin
ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.
Avvarðandi tilhaldskommuna helt í hoyringarsvarinum, at leiguinntøkan var skatt­
skyldug inntøka stavandi frá vinnuligum virksemi. Toll- og skattaráðið samtykti her­
eftir ikki at játta skattafrælsi fyri leiguinntøkuna við teirri grundgeving, at slík
inntøka var kappingaravlagandi.
Landsskattakærunevndin
helt, at samkoman leyk allar skattarættarligar treytir fyri skatta­
frælsi av leiguinnøkuni og gav tí samkomuni viðhald, samstundis sum hon viðmerkti, at
avgerðir, sum skattamyndugleikarnir taka, einans eiga at vera bygdar á skattarættarligar
ásetingar og fyrilit uttan at taka við ásetingar og fyrlit, sum ein annar fyrisitingarmyndug­
leiki er settur at taka sær av. Við hesum segði
landsskattakærunevndin, at kappingar­
avlagandi fyribrigdi ikki lógliga kunnu verða drigin inn og brúkt sum próvgrund fyri
úrslitinum av einari skattaavgerð.
4.2. AVMARKAÐ SKATTSKYLDA
Sum nevnt í innganginum til persónbundnu skattskylduna, snýr avmarkað
skattskylda til Føroya seg um, hvørjar inntøkur hava við sær skattskyldu til
Føroya. Full skattskylda til Føroya snýr seg um, hvørjir einstaklingar og løg­
frøðiligir persónar vegna persónligt ella leiðsluligt tilknýti til Føroya hava
skattskyldu her. Viðgerðin av avmarkaðu skattskylduni fer tí at snúgva seg
um at greiða frá, hvørjar hesar inntøkur eru. Av tí at tað eftir føroyskum
skattarætti ikki hevur sjálvstøðugan týdning, um inntøkumóttakarin er ein­
staklingur ella løgfrøðiligur persónur, fer viðgerðin av avmarkaðu skattskyld­
uni til Føroya heldur ikki at taka dagar ímillum, um tann skattskyldugi er
einstaklingur ella løgfrøðiligur persónur.
Full og avmarkað skattskylda til Føroya byggir á heilt ymisk fyribrigdi,
ávikavist á eitt persónligt og leiðsluligt tilknýti til Føroya og eitt fíggjarligt
tilknýti til Føroya. Tí er heldur einki samband millum hugtøkini. Ein ítøkilig
1...,49,50,51,52,53,54,55,56,57,58 60,61,62,63,64,65,66,67,68,69,...284
Powered by FlippingBook