49
svari við danskan skattarætt. Rundskriv nr. 2 frá 1.9.1986 viðgjørdi tí – vísandi á § 1,
stk. 1, nr. 6) í skattalógini – bara ta fullu skattskylduna, og her er tí einki mótstríð
millum rundskrivið og nýggju ásetingina í § 2, stk. 1, litra j) í skattalógini, sum
viðger ta avmarkaðu skattskylduna.
Undan lógarbroytingini í 1992 var sambært galdandi venju á hesum øki soleiðis, at
tá ið skattskyldan varð slept, av tí at útlendingarnir vóru undir fullari skattskyldu í
øðrum landi, so var talan um at sleppa bæði ta fullu og ta avmarkaðu skattskylduna.
Avgjørt varð at broyta hesa mannagongd, so at hon var samsvarandi lógarásetingini í
§ 1, nr. 6), t.e., at persónur, hvørs fulla skattskylda er slept, er undir avmarkaðari
skattskyldu til Føroya, hevur hann fíggjarligt tilknýti til landið. Henda broyting
hevði við sær nýggju ásetingina í § 2, stk. 1, litra j) um útlendingar við føroyskum
skipum, og greitt verður frá hesi broyting í viðmerkingunum til lógarbroytingina til
løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember í 1992 viðvíkjandi § 1, stk. 1, nr. 6 í skattalógini.
Tað var um júst hesa broyting, T&S skrivliga kunnaði reiðaríið. Partafelagið hevur
sum arbeiðsgevari skyldu at tryggja sær, at tey lyfti, sum hann gav manning um hýru
og skattaviðurskifti, vóru samsvarandi galdandi ásetingum og kanska serliga eitt felag,
sum hevur útlendska manning við skipi sínum, hevði skyldu at fylgja við, hvørjar
lógarbroytingar fara fram á hesum økið.
Landsskattanevndin
staðfesti álíkningarnar.
4.1.2 Áseting viðvíkjandi inntøkuskattinum hjá einstaklingum við
fullari skattskyldu til Føroya
Skattaásetingin viðvíkjandi einstaklingum við fullari skattskyldu til Føroya er
eftir § 1 í ásetingarlógini stígandi upp til í mesta lagi 50% (52% í tíðarskeið
inum 1. januar 2010 til 1. januar 2012) av skattskyldugu inntøkuni, jbr. §
54, stk. 2 í skattalógini. At skatturin verður roknaður av skattskyldugu inn
tøkuni, merkir, at talan er um inntøku aftaná frádráttir (frádráttir í inntøku
mótvegis frádrátti í skatti), sum lógin loyvir.
Einstaklingar, sum lúka ávísar treytir, hava harafturat eisini rætt til
frádráttir
í útroknaða skattinum
. Í løtuni fáa hesir persónar fyritíðarpensjón ella hjálp
eftir § 13 í forsorgarlógini, ella teir eru persónar yvir 66 ár, sum ikki fáa
føroyska fólkapensjón (frádrátt eftir § 3 í ásetingarlógini), foreldur at børnum
undir 18 ár 1. januar í avvarðandi skattaári (frádrátt eftir § 2 í ásetingarlógini
og § 46, stk. 2 í skattalógini) og persónar, sum hava goldið endaligan skatt
uttanlands (frádrátt eftir § 154, stk. 1 í skattalógini). Frádráttirnir kunnu
verða drignir frá í tí raðfylgju, sum nevnt er frammanfyri.