Føroyskur skattarættur - page 42

42
have taget ophold i Danmark i henhold til kildeskattelovens § 7, stk. 1“. Men í
seinni brævi frá 12.03.96 sigur danska kommunan seg nú ivast í, um kærarin veru­
liga hevur tikið „ophold“ í Danmark, tí óvist er, um tey hava kannað, hvønn bústað
hann er tilmeldaður. Kommunan vísir á bræv dagfest 22.01.96 frá kæraranum, sum
bendir á, at hann ikki er búsitandi í Danmark, men bara er har nakrar dagar um
árið. Kommunan spyr tí, um kærarin enn hevur bústað tøkan í Føroyum.
Við brævi frá 16.04.96 svarar T&S kommununi, at hon heldur, at kærarin enn hevur
bústað tøkan í Føroyum, tí tá hann ikki er til arbeiðis uttanlands, er hann í heim­
inum hjá sambúgva sínum og børnum teirra.
Tann 13.09.96 fær T&S bræv frá kæraranum við avriti av F54 váttan, og har kærarin
boðar frá, at hann ikki metir seg sum búsitandi í Føroyum, og at hann í januar 1996
flutti úr Danmark til annað ES-land.
Í sambandi við at inntøkan hjá kæraranum fyri 1995 verður eftirkannað, fær T&S
upplýst frá donsku kommununi, at kærarin frá 02.01.95 hevur arbeitt á einum skipi
í Suðuramerika fyri eitt firma í einum ES-landi, og at kommunan eftir upplýsing­
unum um viðurskiftini hjá kæraranum í Føroyum ikki longur heldur kæraran hava
skattskyldu til Danmarkar. Tað gongur eisini fram av einari váttan frá arbeiðsgevara
kærarans dagfest 09.12.95, at kærarin hevur arbeitt í Suðuramerika frá fyrst í 1995.
Í oktober í 1996 upplýsir danska kommunan fyri T&S, at kærarin ætlar at flyta til
Danmarkar 01.01.97, og spyr, hvat tilknýti hann nú hevur til Føroya. T&S svarar
16.10.96, at kærarin livir saman við kvinnu í Føroyum, sum hann eigur tvey børn
saman við, og at tey hava hús saman, sum kvinnan stendur fyri, og at tá kærarin
hevur frí, býr hann í Føroyum saman við sambúgva sínum og børnum teirra. Eftir tí
meting, at hesi viðurskifti føra til, at kærarin hevur størsta persónliga og fíggjarliga
tilknýtið til Føroya, heldur T&S fast um, at fulla skattskyldan til Føroya er varðveitt.
Kærarin
greiddi frá, at hann í 1995 hevði adressu í Suðuramerika, men bústaðurin í
1996 – 1998 var í einum ES-landi og vísti á, at hann síðan november í 1994 hevði
havt bústað í øðrum landi enn Føroyum og
gjørdi tí galdandi
, at hann ikki hevði
skattskyldu til Føroya árini 1995, 1996 og 1997.
T
&
S
vísti á, at kærarin øll hesi árini hevur havt fastan bústað tøkan í Føroyum, har
hann hevði húski sítt (sambúgva og tvey børn), at tað var her, hann uppihelt sær, tá
hann ikki var til arbeiðis, og at hann av hesum má haldast at hava størsta persónliga
og fíggjarliga tilknýtið til Føroya. Av tí at Føroyar so statt eru miðdepilin fyri lívs­
áhugamálum hansara, gjørdi T&S
galdandi
, at kærarin hevði skattskyldu til Føroya
eftir ásetingunum í § 1 í skattalógini.
Landsskattakærunevndin
viðmerkti, at av upplýsingunum í málinum er greitt, at
kærarin fram til november í 1994 búði í Føroyum, hevði familju og bústað her og
hevði fulla skattskyldu til Føroya eftir ásetingini í § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini. Sum
1...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...284
Powered by FlippingBook