Føroyskur skattarættur - page 36

36
mark og Grønland, av tí at málsøkið skattir og avgjøld eru yvirtikin málsøki
sambært heimastýrislógini, sí eisini frammanfyri undir grundreglum um al-
tjóðainntøkumeginregluna.
4.1. FULL SKATTSKYLDA
4.1.1. Einstaklingar
Fulla skattskyldu til Føroya eftir § 1 í skattalógini hevur einstaklingur, ið lýk­
ur hesar treytir:
4.1.1.1. Hevur bústað í Føroyum (§ 1, stk. 1, nr. 1)
Eftir § 7, stk. 1 í skattalógini er kravið harafturat, at einstaklingurin hevur
sett búgv í Føroyum. Tað er so statt ikki nóg mikið at eiga ella hava ræði á
einum bústaði í Føroyum. Full skattskylda tekur ikki við, uttan so at einstak­
lingurin eisini er búsettur í Føroyum (hevur tilhald í Føroyum).
Frammanfyri er nevnt, at eyðkennið fyri fulla skattskyldu hjá einstaklingum
er eitt persónligt tilknýti til landið. Tí hava hugtøkini
bústaður
og
tilhald
fingið avgerandi týdning í føroyskum skattarætti, tá gerast skal av, um ein
einstaklingur hevur fulla skattskyldu til Føroya. Serligan týdning hava hesi
hugtøk, tá støða skal verða tikin til, um full skattskylda er í sambandi við
flyting til
Føroya og
flyting úr
Føroyum.
Vanliga er lætt at gera av, um einstaklingur hevur bústað tøkan í Føroyum.
Truplari kann vera at gera av, um einstaklingur hevur sett búgv (hevur til­
hald) ella ætlar at seta búgv í Føroyum.
4.1.1.1.1. Flyting til Føroya
Einstaklingur, sum er føddur, býr og doyr í Føroyum, kemur undir áseting­
ina um fulla skattskyldu til Føroya, tí hann lýkur treytirnar um at hava bú­
stað
og
tilhald í Føroyum.
Einstaklingur, búsitandi uttanlands, sum hevur útvegað sær bústað í Føroy­
um, kemur ikki undir fulla skattskyldu til Føroya einans við at útvega sær
bústað í Føroyum, tí tá lýkur hann einans kravið um at hava tøkan ein bústað.
Ger einstaklingurin av at búseta seg í Føroyum (flyta til Føroya), kemur hann
undir fulla skattskyldu til Føroya, tá hann í roynd og veru eisini hevur sett
búgv (fingið tilhald) í Føroyum. At einstaklingurin hevur tilhald í Føroyum,
merkir, at hann veruliga heldur til í Føroyum. Tað er ikki nóg mikið, at hann
tekur formlig stig, sum t.d. at boða frá flyting til fólkayvirlitið ella at lata inn
1...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...284
Powered by FlippingBook